Alt Grønland kortlagt við satelittmyndum

2016-08-23 13:02 Author image
Dimma

Granskarar hava tikið 108 sokallaðar LANDSAT-8 myndir. Myndirnar eru síðan settar saman, so tær geva eina fullfíggjaða mynd av Grønlandi úr erva.

Tað skrivar grønlendska kringvarpið.

Myndirnar vóru tiknar á sumri 2014 og 2015. Umstøðurnar vóru ein stór avbjóðing, sigur Naturinstituttið. Ein fylgissveinur tekur 16 dagar um at ferðast kring jørðina, og var veðrið ikki til vildar ein dag, mátti bíðast í 16 dagar, til fylgissveinurin aftur kom framvið.

Kinesiskir granskarar hava hjálpt til við myndatøkuni, og teir hava víst stóran áhuga fyri samstarvinum.

- Vit eru sera áhugaðir at fylgja gjølla við serliga bráðnandi innlandsísinum, tí tað ávirkar beinleiðis vatnstøðuna í Kina. Tað svitast ikki, at alt á jørðini ongur saman, og tí fylgir Kina eisini við teimum broytingum, sum henda í Arktis, sigur Xiao Cheng, sum er rektari á universiteti í Beijing.

Meira langlesnaður