Grønur jóladøgurði

Grønur jóladøgurði

2017-12-24 11:20 Author image
Georg L. Petersen

Tað er ikki bara ringt, at tað regnar illa á jólum, og tað sæst aftur á orkuframleiðsluni hjá Sev.

Jólaaftan í fjør var støðan við regni og vindi øðrvísi enn í ár, og tá stavaði 59 prosent av orkuframleiðsluni frá olju, 40 prosent frá vatni og 1 prosent frá vindi.

Í morgun var støðan tann, at 61 prosent av orkuframleiðsluni stava frá vatnorku, 39 prosent frá vindi og einki kemur frá oljuverkunum hjá Sev.

So um jólini ikki gjørdust hvít, so gjørdust tey undir øllum umstøðum grøn.

placeholder

Meira langlesnaður