Grótbrúgvin um Matará liðug

Grótbrúgvin um Matará liðug

2017-06-26 10:31 Author image
Leif Láadal

Nú er gangandi millum eystara og vestara áarbakka í Leirvík. Nýggj grótbrúgv er gjørd yvirum Matará niðri við krokkvøllin, og er hetta helst einasta grótbrúgv av sínum slag, sum er gjørd í Føroyum seinastu 80 árini, skrivar Eystur kommuna á heimasíðu síni.

Grótbrúgvin er partur av vakra felagsøkinum niðri við sandin í Leirvík, sum eldsálir í bygdini hava gingið á odda fyri at gjørt, harímillum Jógvan Elias Joensen, sum hevur tikið stig til at gera sjálva brúnna, ið Adrian Stauss Joensen og Bjartur Larsen hava gjørt.

Báðir áarbakkarnir eru eisini lagaðir við gróti, og El-Teknikk hava sett ljós í grótveggin, so Matará fer at vera upplýst um kvøldarnar. Eisini er gjørt klárt at seta ljós undir brúnna.

Fleiri myndir av brúnni kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Eystur kommunu HER

placeholder

Meira langlesnaður