Grundarlagið má vera fiskifrøðin

2016-07-09 15:02 Author image
Alda Nielsdóttir

- Føroyska fiskidagaskipanin er nakað makkverk.

So bersøgin er Guðmundur Kristjánsson, reiðari í felagnum Brim HF í Íslandi. 

- Eg fylgdi væl við, tá føroyingar settu fiskidagaskipanina í verk, men eftir at hava fylgt við í 10–15 ár, síggi eg, at skipanin virkar ikki, leggur hann afturat.

Í Íslandi fylgir politiska skipanin og vinnan nærum treytaleyst tí, sum fiskifrøðingar siga, og allir partar eru samdir um, at tað hevur virkað væl.

Men Guðmundur Kristjánsson heldur eisini, at um kvoturnar ikki vóru fevndar av ognarrætti, so høvdu íslendingar ikki fylgt vísindini eins væl.

-Tað er ognarrættur til kvotuna, og tað er tann týdningarmesti parturin av málinum. Havransóknarstovan ásetir heildarkvotuna, og vit hava áðrenn avgjørt, hvussu nógv at kvotuni hvørt skip fær, sigur Guðmundur Kristjánsson. 

Í nýggjastu Dimmalætting er longri greining av føroysku fiskidagaskipanini. Samrøða er millum annað við Guðmundur Krisjánsson, um hvussu íslendingar skipa sín fiskiskap. 

 

placeholder

Meira langlesnaður