Guðni Thorlacius Johannesson er nýggjur forseti í Íslandi

2016-06-26 02:33 Author image
Dimma

Guðni Th. Johannesson gleddist um sigurin á forsetavalinum. So skjótt sigurin tóktist vera komin í hús, takkaði hann stutt eftir midnátt øllum sínum veljarum á Grand Hotel, har valkvøldið var hildið.

Valkvøldið gjørdist meiri spennandi enn væntað, tí Halla Tómasdóttir lá í hølunum á Guðni Th. Jóhannesson, tá ið farið var at telja upp. Men sum kvøldið leið, vaks undirtøkan fyri Guðni, og tá ið 87.293 atkvøður vóru upptaldar klokkan hálvgum eitt íslendska tíð, hevði hann fingið 38,6 prosent av atkvøðunum, og Halla Tómasdóttir hevði fingið 29,4 prosent. Andri Snær Magnason hevði tá 13,9 prosent og Dávid Oddson hevði fingið 13 prosent.

- Tað er líkt til, at sigurin er komin í havn, og nú byrjar nýggjur kapitull. Stóra takk fyri øll somul, segði Guðni Th. Johannesson í sínari fyrstu talu. Hann segði, at hann fer at leggja stóran dent á at vera tann savnandi megin, sum fólkið krevur og hevur uppiborið. Stórar uppgávur bíða fyri framman.

Nýggja forsetafrúan, Elisha Reed, var somuleiðis takksom og takkaði øllum fyri stuðulin.

- Eg eri ógvuliga errin av mínum Guðni og havi álit á, at hann verður ein sera góður forseti, segði hon.

Eftir fyrstu taluna hjá nýggja forsetanum fóru fólkini á staðnum at syngja Happy Birthday, tí komið var inn í 26. juni, sum er føðingardagurin hjá Guðni Th. Johannesson. Guðni er 48 ára gamal.

Guðni Thorlacius Johannesson er sætti forseti Íslands. Hann avloysir Ólav Ragnar Grímsson. Hesir hava verið forsetar í Íslandi:

  • Sveinn Björnsson (1944–1952)
  • Ásgeir Ásgeirsson (1952–1968)
  • Kristján Eldjárn (1968–1980)
  • Vigdís Finnbogadóttir (1980–1996)
  • Ólafur Ragnar Grímsson (1996–2016)
placeholder

Meira langlesnaður