Gudny farin frá sum stjóri í Vodafone

2016-05-10 09:44 Author image
Dimma

Vodafone boðar í dag frá, at Gudny Langgaard hevur sagt seg úr starvi sum stjóri eftir 7 ár í fyritøkuni, harav nærum 5 ár sum stjóri. Í næstum verður farið undir eina tilgongd at finna nýggjan stjóra. Gudny Langgaard tók við sum stjóri í juli 2011.

“Vegna Vodafone vil eg takka Gudny fyri hennara eldhuga og arbeiðssemi í tíðini sum stjóri. Gudny hevur saman við starvsfólkunum ført Vodafone trygt ígjøgnum eina tíð við stórum broytingum á fjarskiftismarkaðinum og hevur lagað fyritøkuna væl til tørvin hjá viðskiftafólki okkara”, sigur Rúnar Reistrup, nevndarformaður og leggur afturat.

“Vodafone hevur tryggjað kapping á føroyska fjarskiftismarknaðinum seinastu 15 árini og hevur gingið á odda, at veita føroyskum fjarskiftiviðskiftafólki nýskapan, betri tænastu og betri prísir. Við einum framhaldandi sterkum altjóða samstarvi ætlar Vodafone framvegis at ganga á odda, at veita føroyingum nýskapandi fjarskiftistænastur og veita kapping á føroyska fjarskiftismarknaðinum.

“Hetta hevur verið ein ómetaliga spennandi og avbjóðandi tíð. Tað hevur verið eitt privilegium, at starvast sum stjóri í einari so spennandi fyritøku og saman við so dugnaligum fólki. Tá eg hyggi aftur á tíðina, eri eg serstakliga væl nøgd við at viðskiftafólk okkara kenna okkum fyri okkara fokus á tænastu og dygd. Eg ynski bæði starvsfólkunum og felagnum alt tað besta á leiðini frameftir, sigur Gudny Langgaard, fráfarandi stjóri.

Bárður Nielsen, fíggjarstjóri í Vodafone, tekur við sum fyribilsstjóri til nýggjur stjóri er settur.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður