Gudny nýggjur nevndalimur í Krea

2016-07-20 11:29 Author image
Jákup Højgaard

Fyrrverandi stjórin á Vodafone, Gudny Langgaard er nýggjur nevndalimur hjá Krea. Gudny hevur lisið altjóða marknaðarføring, umframt at hon hevur verið marknaðarleiðari á Sosialinum og sølu- og marknaðarstjóri á Vodafone.

Lýsingarstovan Krea er nógv vaksin seinastu tíðina. Herfyri yvirtók fyritøkan heimasíðuveitingina frá Føroya Tele, umframt at fyritøkan hevur styrkt um toymið. 

- Gudny hevur eina fakliga vitan – bæði gjøgnum royndir og útbúgving – sum vit kunnu fáa stóra gleði av, og tí hava vit ligið framvið at fáa hana í nevndina. Hon er ein fongur, sum heilt víst kemur at lyfta Krea á eitt enn hægri støði, sigur Egil G. Olsen, nevdnarformaður í Krea í tíðindaskrivi. 

placeholder

Meira langlesnaður