Gudstænasta og kórsangur í gjónni við Gjógv

2016-08-09 13:43 Author image
Dimma

Sunnudagin 14. august kl. 14 verður guðstænasta í Gjónni við Gjógv. Tað verður við prestunum Bergtóri Bjarkhamar og Emil Olsen. Umframt felagssálmasangin fer Vestmanna Sangkór, stjórnað av Benjamin Gaasedal, at syngja undir gudstænastuni. Urguleikari verður Gudmundur Mortensen.

Nú summarið fer at halla, kundi tað eisini verið ein góð útferð hjá avbygdarfólki til Gjáar henda dagin. Veðurforsagnirnar benda á, at tað verður turt og bert lítil vindur, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Sunda kommuna boðar frá, at í samband við gudstænastuna verða litaðu ljósini í Gjónni tendraði í vikuskiftinum.

Meira langlesnaður