Full kirkja í Gundadali

2016-05-16 11:53 Author image
Dimma

Fyri fjórðu ferð varð í morgun skipað fyri útigudstænastu í Gundadali á hvítusunnu.

Aftur hesa ferð var uppmøtingin sera góð, og tað stóra vestara skýlið var fult í fólki.

Týðiligt er, at hetta er eitt familjutiltak, har ung sum gomul fara av húsi. Barnavognar, eldri og yngri hvørt um annað gera útigudstænastuna til eina serliga hugnaliga hending, har orðini frá prestunum eisini bóru boð um, at her var okkurt til øll ættarlið.

Tað eru prestarnir í Suðurstreymoy, sum skipa fyri tiltakinum. Havnar Hornorkestur og GHM eru við til at gera løtuna hátíðarliga við sínum undirspæli.

Gudstænastan varð skipað sum ein vanlig gudstænasta við upplestri, bøn, signing og prædiku. Ann Dahl Hansen prædikaði, meðan hinir prestarnir býttu restina av gudstænastuni millum sín.

Siðurin at halda útigudstænastu annan hvítusunnu byrjaði í Fuglafirði, og har verður siðurin eisini hildin við líka. Útigudstænastan í Fuglafirði verður hildin í lundini undir kirkjuni. Marjun Bæk heldur ta gudstænastuna í ár.

Hvítusunna verður roknað sum tann triðja stóra høgtíðin hjá kirkjuni. Á hvítusunnu halda kristin um allan heimin, at heilagi andin kom til lærusveinarnar og gjørdi teir førar fyri at breiða kristna boðskapin á øllum heimins málum.

Eftir gudstænastuna í Gundadali varð alt kirkjufólkið bjóðað til kaffi í Badmintonhøllini.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður