Súkkling: Gunnar føroyameistari í einkultstarti

2016-09-05 10:14 Author image
Sigmund Vang

Um vikuskiftið skipaði Tórshavnar súkklufelag fyri FM í einkultstarti. Teinurin hesaferð varð súkklaður í Kaldbaksbotni og har á leið. Ein teinur upp á átta kilometrar skuldi koyrast trýggjar ferðir.

Tað var Gunnar Dahl-Olsen, ið var skjótastur. Hann brúkti góðar 36 minuttir um teir 24 kilometrarnar, og gevur tað eina meðalferð á 40 km um tíman. Nummar tvey gjørdist Kári Davidsen, sum í næstum skal til Týsklands at kappast í triathlon, í 1/2 Ironman.


Almenna úrslitið í opna bólkinum:

  1. Gunnar Dahl-Olsen, 36 minuttir 6 sekund
  2. Kári Davidsen, 39.56
  3. Jan Hjaltalin Olsen, 40.47
  4. Kjartan Egholm,  41.50
  5. Evald Rasmussen, 43.07
  6. Eyvind A. Hansen, 43.46
  7. Tóri Thorleifsson, 44.03
  8. Sámal Petur Danielsen, 44.34


Tóri Thorleifsson er bert 16 ára gamal, og hann gjørdist sostatt unglinga-FM-vinnari. Evald Rasmussen, the grand old man innan súkkling og triathlon, gjørdist somuleiðis FM-vinnari, hetta í veteranbólkinum.

  

placeholder

Meira langlesnaður