Gunnar í Liða: Ósamdur við meirilutan

2016-05-26 18:16 Author image
Jógvan Samuelsen

- Nevndin er eitt kollektiv, har man stendur saman um tær avgerðir, sum eru tiknar, eisini tá man er ímóti teimum. Men kann man ikki liva við teimum avgerðum, sum nevndin tekur, so má man leggja frá sær. Og tað er tað eg havi gjørt.

Tað sigur Gunnar í Liða, fyrrverandi nevndarformaður í TF Holding, sum í gjár valdi at boða nýggja nevndarformanninum, Arna Brattaberg, frá, at hann tekur seg úr nevndini í størsta fíggjarliga samtakinum í landinum.

Orsøkin til avgerðina sigur Gunnar í Liða er, at nýggja nevndin í TF Holding hevur gjørt av at broyta nevndarsamansetingina í dótturfeløgunum, har førleikakravið eftir hansara tykki er valt frá.

Hetta er í tráð við úrslitið av nevndarvalinum seinast, tá t.d. Jákup Egholm Hansen, fyrrverandi næstformaður í TF Holding, var vrakaður av aðalfundinum, hóast hann var uppstillaður av tilráðingarbólkinum.

Heldur ikki hetta fall í góða jørð hjá fyrrverandi formanninum.

- Vit hava roynt at seta nakrar “compliance-reglur” í gildi í samtakinum, við at lata ein tilráðingarbólk koma við tilmælum til, hvør skuldi sita í nevndini. Men valini, bæði í fjør og í ár, hava víst, at umboðsráðið tekur ikki undir við hesum ætlanum. Tað sæst millum annað aftur í, at fýra av teimum sum eru vald, vórðu ikki skotin upp av tilráðingarbólkinum. Tað er ein greið ábending um, at umboðsráðið tekur ikki undir við uppskotinum, og tað havi eg so tikið til mín, sigur Gunnar í Liða.

Men kundi tú ikki hildið fram at stríðast og varðveitt sessin í nevndini?

- Tað kundi eg kanska, men sum eg segði í áðni, so er nevndin eitt kollektiv, har man stendur saman um tær avgerðir sum vera tiknar. Eisini tær, sum man ikki tekur undir við. Og kanst tú ikki tað, so mást tú fara frá, og tað er tað sum eg havi valt, sigur hann

Gunnar í Liða er ikki hvør sum helst. Hann var stjóri í TF Holding í nógv ár, til hann í januar mánað 2011 segði seg frá. Tveir mánaðir seinni varð hann, sum tann fyrsti nakrantíð, og einasti higartil, ið var valdur í nevndina uttan at sita í Umboðsráðnum. Han var formaður í samtakinum frá 2011 til í mars í ár, tá formansvalið frá í fjør, eftir boðum frá Skráseting Føroya, mátti ganga umaftur.

Og nú aðalfundur var aftur, endaði hann í minniluta í nevndini. Við tí úrsliti, at hann hvørki gjørdist formaður ella næstformaður í nevndini.

Skilir tú, at hetta kann síggjast sum at tú bara ert fornermaður av at missa valdið í samtakinum?

- Eg veit, at tann vandin er til staðar, men hetta er ikki ein spurningur um mín persón - ella um persónar í heila tikið. Hetta er ein spurningur um, at samtakið skal hava bestu manning at stýra felagnum, og tað haldi eg ikki at man fær við teimum broytingum, sum nú eru stungnar út í kortið, sigur Gunnar í Liða.
Tað er serliga spurningurin um førleikarnar hjá nevndarlimunum, sum skilir partarnar. Hann er samdur við nevndini í samtakinum um, at meirilutin í nevndini í Eik Banka skal koma aðrastaðni frá enn frá TF Holding, men so endar semjan, skilst.

- Í fíggjarheiminum eru sera strong krøv til tey, sum sita í nevndum í slíkum samtøkum sum TF Holding, sum eisini eigur ein banka, men her tykist tað, sum fara vit hinvegin, og tað er ikki rætt, sigur Gunnar í Liða.
Sjálvt um hann ikki er nøgdur við avgerðina hjá nevndini, heldur hann kortini at felagið er í tryggum hondum.

- TF-samtakið hevur eina góða leiðslu, og tí eri eg vísur í, at felagið er í tryggum hondum, sigur hann.
Fyri kortum sat Gunnar í Liða sum nevndarformaður í TF Holding, í Tryggingarfelagnum Føroyar og í Grønlandsbankanum. Eisini var hann nevndarlimur í Eik Banka og nevndarformaður í Gist og Vist, sum nú eigur hotelbygningarnar, sum TF samtakið átti áður.

Fyri tað fekk hann fyri einum góðum ári síðan næstan 1,2 milliónir krónur í løn. Nú er bara nevndarsessirnir í Grønlandsbankanum og í Gist og Vist eftir. Lønin í Grønlandsbankanum er umleið 200.000 krónur um árið.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður