Allar sjúkrastovurnar í H-bygninginum verða einastovur

2017-03-30 09:55 Author image
Sigmund Vang

Løgtingið hevur nú endaliga samtykt teir pengar, sum skulu til fyri at byggja sonevnda H-bygningin afturat verandi bygningum hjá Landssjúkrahúsinum. Okkurt av tí, sum verður í nýggja bygninginum, fer at avloysa gamlar deildir í núverandi bygningum.

Frá 2017 til 2021 eru 446,8 mió. krónur játtaðar til byggingina, sum umfatar nýggjar medisinskar deildir, barnadeild og føðideild, háisolatiónsstovur, nýggjan køk og kantinu, nýggja uppvenjingardeild og nýggjan psykiatriskan depil. Bygningurin verður hitaður við grønari orku, og allar sjúkrastovur vera einastovur.

Ein samd fíggjarnevnd broytti uppskotið til verklagslóg soleiðis, at peningur eisini er játtaður til kjallara, so møguligt verður at fáa parkeringskjallara, goymslu og umklæðingarrúm í bygningin í seinni.

  

 

placeholder

Meira langlesnaður