Hægsti prísur síðan 1987

2016-06-21 23:24 Author image
Jógvan Samuelsen

Samansetingin millum vaksandi eftirspurning og ikki so nógv vaksandi framleiðslu ger, at prísurin á laksi nú er so høgur, sum hann ikki hevur verið síðan fyrst í seinnu helvt av 80-árunum.

Í løtuni fáa alararnir góðar 60 krónur fyri kilo av laksi, og havandi í huga, at framleiðslukostnaðurin liggur beint undir 30 krónur kilo merkir tað, at avlopið fyri hvørt framleitt kilo av laksi er góðar 30 krónur. Kanska heilt upp í 33-35 krónur fyri kilo.

Til samanberingar kunnu vit siga, at alararnir í fjør fingu ímillum 40 og 45 krónur fyri hvørt kilo av laksi.

Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, og Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Faroes, staðfesta, at alivinnan beint nú hevur so mikið góðan viðvind, at prísurin setir met í nýggjari tíð.

- Vit skulu heilt langt aftur fyri at uppliva so góðan prís, viðurkenna teir.

Tað er ein blandingur av nógvum ymiskum faktorum sum gera, at prísurin í løtuni er so høgur. Eftirspurningurin er høgur og tá marknaðurin ikki heilt klárar at fylla eftirspurningin upp, hækkar prísurin.

Sambært Regini Mikkelsen, sølumanni hjá Rainbow Seafood eru fleiri orsøkir til, at útboðið ikki nøktar eftirspurningin. Ein er, at alararnir t.d. í Noregi hava tikið fyrr, tí fiskurin er herjaður av lús, ein annar er sjúka í øðrum alibrúkum og so hava frídagar í fyrru hálvu av árinum skapt óregluliga tøku. Alt ger, at útboðið ikki samsvarar við eftirspurningin og tað kvinkar prísin uppeftir.

Eingin av teimum trimum væntar, at prísurin fer at halda sær omanfyri 60 krónur. Regin Mikkelsen sigur, at tað ikki er óhugsandi, at hann longu seinast í hesi vikuni lækkar eitt sindur, men hann er samdur við hinar báðar um, at við tí útboðið og framleiðslu, sum er nú, so lækkar hann eitt sindur út á heystið.

Alararnir báðir halda tó, at tað eru útlit til, at hann heldur sær á einum hægri støði, tað vil siga omanfyri 40 krónur fyri kilo, um ikki okkurt óvæntað hendur.

- Tað er ikki óvanligt, at prísurin er hægst í 2. ársfjórðingi. Hann lækkar so aftur í triðja ársfjórðingi áðrenn hann so hækkar aftur fram móti jólum og ársenda, sigur Atli Gregersen.

Høgi kiloprísurin kann eisini í sjálvum sær gerast ein trupulleiki, heldur Regin Mikkelsen. Verður hann ov høgur, kann tað ávirka áhugan hjá endabrúkaranum, sum keypir t.d. flak í handilsketum.

- Tað, sum verður selt í handilsketum í løtuni hava tey keypt til fastan prís, og verður prísurin ov høgur, tá nýggj sending skal keypast, kann tað hava við sær, at kundarnir ikki keypa so nógv, tí endavøran verður ov dýr. Men hvar tað markið er, veit eingin, sigur Regin Mikkelsen, sum tí ikki torir at seta krónutal á.

placeholder

Meira langlesnaður