Hægstirættur fellur dóm um sjómann við føroyskum skipi

2016-05-26 12:42 Author image
Dimma

Í næstu viku fellur dómur í Hægstarætti í einum máli um pengarnar fyri viðgerðina, sum ein filipinskur sjómaður fekk á danska sinnissjúkrahúsinum Sct. Hans í Danmark.

Tað sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.

Hægstirættur viðgjørdi málið í gjár. Landsstýrið og Heilsumálaráðið krevja góðar 3,8 milliónir krónur aftur umframt rentu frá 7. apríl í fjør at rokna.

Føroya rættur dømdi mannin í viðgerð í Danmark, hóast tað eftir lógini er føroyska sjúkrahúsverkið, sum avger, hvør skal í viðgerð uttanlands.

Landsstýrið og Heilsumálaráðið halda, at landskassin skal bara rinda fyri viðgerðina eftir at Heilsumálaráðið fekk at vita um sjómannin á Sct. Hans, og at Region Hovedstaden ikki ætlaði sær at gjalda fyri viðgerðina.

Region Hovedstaden vann bæði í Føroya rætti og í Eystara landsrætti, men landsstýrið fekk loyvi til at fara í Hægstarætt við málinum, tí tað er prinsipielt.

7. apríl í fjør fekk Region Hovedstaden góðar 10.250.000 krónur úr landskassanum sambært dóminum hjá Eystari landsrætti.

placeholder

Meira langlesnaður