Hagastýrisformennirnir: Mykines er ikki okkara pengamaskina

Hagastýrisformennirnir: Mykines er ikki okkara pengamaskina

2017-06-05 15:12 Author image
Leif Láadal

At avgerðin hjá hagapørtunum í Mykinesi at taka gjald fyri at fólk skulu sleppa út í Hólmin, skal vera ein pengamaskina hjá ávísum fólkum í Havn, harmar hagastýrisformonnunum at hoyra. Peningurin, sum kemur inn, fer í ein grunn, sum skal lata stuðul til millum annað átøk, ið verja fugla- og djóralívið í oynni.

Nógv rok hevur staðist av, at Hagapartarnir í Mykinesi hava tikið avgerð um, at tað skal kosta at sleppa út í Hólmin. Málið er enntá komið upp á hæstu politisku rók, og sjálvt løgmaður hevur verið frammi og sagt, at hann er ímóti, at einstakar bygdir seta gjald á fyri at fólk skulu sleppa at ganga í haganum.

Hagastýrisformennirnir í Mykinesi vera av summum skírdir at vera pengagrískir, og við hesum átaki at vilja fylla egnar lummar, men hendan fatan er fullkomiliga skeiv, siga teir.

- Tað harmar okkum, at fólk ikki hava fingið við, at talan er um eitt átak, sum ikki skal ríka okkum, tí ætlanin er við heilt greiðum reglum at verja um oynna og serliga fuglin, sigur Eddie Lauritsen, hagastýrisformaður.

Eddie Lauritsen leggur tó afturat, at endar tað við, at ein serlig lóg verður gjørd, sum forðar fyri, at skipanin, ið er sett í verk í Mykinesi, kann lata seg gera í praksis, so fara hagapartarnir í Mykinesi sjálvsagt at akta, men tað vildi verið synd, tí ætlanin í Mykinesi er neyðug fyri at verja oynna, sigur hann.

Lesið meira í blaðnum.

placeholder

Meira langlesnaður