Ferðslutrygd: Hægri bót til tey við hægst inntøku

2016-05-20 11:20 Author image
Sigmund Vang

Spurnarkanning, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd bílegði frá Gallup í fjør, vísir at tey, sum forvinna mest, eru tey, sum oftast koyra ov skjótt í bili. Tá tað samstundis vísir seg, at ferð er størsta einstaka orsøk til deyða í ferðsluni – nærum tvífald so stór sum rúsdrekkakoyring – gevur veruliga tað meining at royna at fáa føroyingar at koyra spakuligari. Men hvussu er skilabest at gera tað?

Stjórin á Ráðnum fyri Ferðslutrygd sigur við Dimmalætting, at politiski myndugleikin átti at kannað, um tað var ein loysn at latið hægri bøtur til tey við hægstu inntøkuni, eins og tað hevur verið galdandi í sambandi við rúsdrekkakoyring, har bøturnar verða settar í mun til mánaðarliga inntøku hjá viðkomandi.

Hendrik Old er landsstýrsmaður í samferðslumálum, og hann er varugur við trupulleikan av ferð og óhappum og vanlukkum í ferðsluni, og okkurt eigur at vera gjørt, tí tølini fyri Føroyar eru ov høg í mun til okkara grannalond.

- Eg dugi ikki at siga um tað er rætt her og nú at skipa tað soleiðis, at tey við hægstu inntøku, skulu betala hægri bøtir fyri at bróta ferðslulógini, men vísa kanningar, at hetta er ein máti, sum kann minka um ferðsluóhapp, so er tað absolutt vert at arbeiða víðari við, sigur Hendrik Old, landsstýrismaður.


Fleiri møguleikar

Hendrik Old metir, at tað er gongd leið at hyggja eftir, hvussu okkara grannalond hava skipað seg, tá tað snýr seg um mátar at fáa fólk at koyra eftir reglunum.

- Vit hyggja oftast eftir, hvussu tað verður gjørt í Danmark, og tað kann vera skilagott, men vit eiga eisini at kanna, hvussu tey gera í eitt nú Norra og Íslandi, sigur hann.

At arbeiða við ”klippum” í koyrikortinum hevur víst seg at rigga væl. Fólk umhugsa veruliga støðuna, um vandi er fyri at tey missa koyrikortið.

- Tað kostar at taka koyrikortið av nýggjum, so okkurt bendir á, at fólk hugsa um støðuna, tá tað eru pengar við í leikinum, og tað kundi bent á, at tað var eitt gott hugskot at gjørt mun á bótum, so tað veruliga merkist, men sum sagt, so eiga vit at kanna hendan møguleika betri, áðrenn støða verður tikin, sigur landsstýrismaðurin.

- Ein annar møguleiki er at hava eina skipan, har fólk skjótari missa koyrikortið, um tey bróta ferðslureglurnar, leggur hann afturat.


Hvat heldur tú?

Um tú hevur eina meining um hægri bøtir til tey hægstløntu, kanst tú fara inn á Facebook-vangan hjá Dimmalætting og siga tína meing.

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður