Halla hitti bóndan sum var í hennara troyggju

Mynd: Árna

Halla hitti bóndan sum var í hennara troyggju

2017-10-16 21:51 Author image
Leif Láadal

Fyri hálvum triðja ári síðani sat Halla Debes og hugdi eftir "Bóndanum" (Bonderøven) á DR og helt, at ullinta "útlendska" troyggjan, sum hann var í, var nakað slitin. Hon fekk so tað hugskot at binda honum eina sterka føroyska troyggju, og saman við døtrunum fann hon fram til bóndan Frank Erichsen og fekk samband við hann og sendi honum eina troyggju.

Nú Frank vitjar í Føroyum og heldur fyrilestur, hava tey bæði hitst, og skulu eisini hittast seinni í vikuni, har tað verður gjørligt hjá Hallu at greiða Frank og familju hansara frá, hvussu føroyskar troyggjur verða bundnar, og hvat ið liggur aftanfyri slikt handalag. Halla hevur nevniliga eisini bundið troyggjur til konuna hjá Frank og børnini.

 

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður