Hallur Hansson í superliguna

2016-06-17 10:35 Author image
Dimma

Sambært bold.dk hevur AC Horsens, sum leikar í donsku superliguni, tryggjað sær føroyska landsliðsleikaran Hallur Hansson

Fleiri donsk superligufeløg hava ligið framvið at ogna sær undirskriftina frá Halli Hansson, sum hevur spælt við Vendsyssel í fyrstu deild. Tað veit bold.dk at siga.

Tá ið tað gjørdist greitt, at Vendsyssel ikki megnaði at flyta upp, fór Hallur Hansson at leita sær eftir nýggjum avbjóðingum. Men hann nýtist ikki leita sjálvur, tí fleiri hava sýnt honum áhuga.

Nú sigur danski fótbóltsportalurin, at Horsens AC keypir skjótt 24 ára gamla føroyska miðvallaran. Hallur Hansson hevur spælt 22 landsdystir við føroyska landsliðnum.

 

placeholder

Meira langlesnaður