Hámarkið fyri fult familjuískoyti hækkar

2016-07-08 10:38 Author image
Jákup Højgaard

Higartil í ár eru tilsamans 1.677.00 krónur útgoldnar til familjuískoyti, skrivar Almannaverkið í tíðindaskrivi. 378 familjur hava søgt um ískoyti hetta fyrsta hálvárið av 2016. Av teimum vóru 232 av umsóknunum játtaðar

Stakir uppihaldarar, hjún ella samlivandi við børnum undir 18 ár, og við eini árligari inntøku uppá 190.000 krónur ella lægri kunnu søkja um fult familjuískoyti. Søkjast kann eisini um skert familjuískoyti um inntøkan er hægri. Hetta verður ásett av umstøðunum hjá umsøkjaranum.

1. august 2016 hækkar hámarkið fyri fult ískoyti upp í 200.000 krónur.

placeholder

Meira langlesnaður