Handilsjavnin: Hálv milliard í yvirskoti

Handilsjavnin: Hálv milliard í yvirskoti

2017-07-14 13:34 Author image
Leif Láadal

Fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár var føroyski útflutningurin 3,5 mia. kr. meðan innflutningurin var 3,0 mia. kr. Tað upplýsir Hagstova Føroya. Sostatt var talan um eina hálva milliard í yvirskoti á handilsjavnaðinum.

Nógv tann størsta einstaka útflutningsvøran var laksur. Frá januar til og við mai útfluttu vit fyri 1.631 milliónir krónur í laksi. Tað er ein vøkstur upp á 235 milliónir í mun til sama tíðarskeið í fjør. Bólkurin "makrelur, sild og svartkjaftur" vaks eisini nógv, úr 559 upp í 716 milliónir krónur.


Kelda og lesið meira HER

placeholder

Meira langlesnaður