Handverkarar ætla sær meira í løn

2016-07-11 08:50 Author image
Jákup Højgaard

- Tað var eitt stórt spell, at tað ikki eydnaðist fakfeløgunum at finna felags stev hesaferð. Fyri okkum merkir tað, at vit møta til samráðingar við okkara egnu krøvum og okkara egna karmi. Tí er tað greitt, at vit fara eftir einari reallønarhækking, sum veruliga munar”, sigur Suni Simonsen formaður í Føroya Handverkarafelag.

Báðir sáttmálarnir ganga út 1. oktober, so innan ta tíð skulu samráðingarnar um tveir nýggjar sáttmálar helst vera komnar upp á pláss. Í sáttmálauppsøgnini hava handverkarafeløgini skotið upp fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag at byrja nýggju samráðingarnar um tann sáttmálan fyrst í september. 

Tað eru Føroya Handverkara felag og Landsfelag Handverkaranna, saman við felaginum hjá flogmekanikarunum Atlantic Workers Union, sum hava sagt sáttmálanar upp við Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Suni Simonsen staðfestir, at støðan nú aftur er, sum hon var fyri tveimum árum síðani, tá ið útgangsstøðið var, at lønirnar hjá handverkarunum skuldu upp, og at Føroya Handverkarafelag ikki longur fór at finna seg í bara at verða kroyst inn í ein karm, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði lagt saman við øðrum felagi ella feløgum.

Tá spurdist tó ein semja burturúr, sum umframt lønarhækkingar á sama støði sum hjá hinum feløgunum gekk út upp á, at nýggi sáttmálin skuldi ganga út 1. mai í 2016 saman við sáttmálunum hjá arbeiðarafeløgunum, soleiðis at til bar hjá arbeiðarafeløgunum og handverkarafeløgunum í felag at samráðast um ein nýggjan lønarkarm. 

Suni Simonsen stóð á odda fyri hesi samskipan, men hann mátti tíverri í vetur staðfesta, at royndin við felags samráðingum ikki bar á mál hesaferð, tí feløgini kundu ikki semjast. Tí gekk handverkarasáttmálin heldur ikki út 1. mai, men gongur út 1. oktober, sum vanligt hevur verið.

- Fremsta fortreytin fyri næstu sáttmálasamráðingunum er, at vit byrja á blankum pappíri og ikki bara verða trýst inn í ein karm, sum vit onga ávirkan hava havt á. Og so skulu lønirnar sjálvsagt upp, so tað merkist, er boðskapurin hjá Suna Simonsen formanni í Føroya Handverkarafelag.

  

Marita Rasmussen stjóri í Vinnuhúsinum hevur onga viðmerking til málið. 

placeholder

Meira langlesnaður