Bygnaðarbroytingar – eitt varskó!

2016-07-05 14:34 Author image
Dimma

Úr rúgvuni av framdum og umrøddum bygnaðarbroytingum kunnu vit nevna sjúkrahúsverkið, sum er rættiliga aktuelt, Kringvarpið og Søvn Landsins. Felags fyri hesar broytingar – og fyri aðrar nýskipanartilgongdir innan m.a. pensjón og fiskivinnu -  er, at drúgt tilgongdararbeiði er sett í verk, partar verða hoyrdir, og politikkarar og fakfólk fáa møguleika at kunna seg og gera viðmerkingar, áðrenn veruliga politiska kjakið fer av bakkastokki.

Tí undrar tað okkum, at einki er at frætta um tær bygnaðarbroytingar, sum eftir ætlan skulu gerast á leiðini til Skúladepilin í Marknagili – nú nevndur Glasir. At bygnaðurin í landsins risa miðnámsskúla, sum skal hýsa umleið 1500 næmingum og lærlingum eins og eini 200 lærarum og starvsfólkum annars, fær so lítlan ans í almenna rúminum og sum heild - ein stovnur, sum fer við nógv størsta partinum av játtanini til miðnám og sum kemur at mynda hetta skúlastig ómetaligt fyri alt landið. Vit undrast, hvussu tað ber tað til, at starvsfólk hava fingið boð um ein bygnað, sum sigst vera góðkendur av hægstu myndugleikum, eftir at tey eru farin í summarfrí og at ætlanin er, at umsóknarfreistin til leiðslustørvini í hesum bygnaði skal vera til fyrsta skúladag eftir summarfrítíðina? Hvør man kenna hendan bygnað? Nógvir spurningr tykjast ósvaraðir. Fylgir bygnaðurin leistinum, sum leiðslurnar á teimum trimum skúlunum, sum skulu flyta inn í bygningin, hava mælt til í samstarvi við Mentamálaráðið og er hann sambærligur við miðnámsskúlar í grannalondunum ella øðrum kendum miðnamsskipanum? Er arbeiðsmegin, sum fakliga skal trívast og blóma í bygnaðinum og sum skal menta, inspirera, læra, búgva og ala okkara ungdóm, trygg og væl kend við leistin? Og kennir hon seg virda, hoyrda og kunnaða í umstøðunum og tilgongdini?

Miðnám fyri broytingum

Sigast kann um føroyskt miðnám seinastu átta árini, at broytingarnar hava verið ovurstórar. Nógvar byltingar, hert arbeiðstrýst, reallønarlækking, undirvísingarreformur v.m. Og tað má standa øllum greitt, at nú, tá fyrstu studentarnir eru klaktir gjøgnum nýggju breytaskipanina, er nógv endurskoðanararbeiði at gera - bæði hjá fakbólkum og leiðslum vónandi í góðum samstarvi við Mentamálaráðið. Verandi samgonga setti sær fyri, at hetta økið eigur at eftirmetast, so orð verða sett á grundleggjandi broytingarnar og støða tikin til, um hetta nú var tað skilabesta at gera.

Tað má standa øllum greitt, at eitt sindur av ró er ynskilig á økinum og at alt arbeiði við bygnaðinum á Glasi má og skal hava so frægt av tíð og sóma, so starvsfólkini fáa sálina við. Tað eru hesi somu fakfólk - hesi sum undirvísa okkara komandi ættarliðum, beint áðrenn tey fara undir sína lestrar- og yrkisleið - sum hava skrivað allar námsætlanirnar og verið okkurt slag av arbeiðshestum, sum hava verið spentir fyri breytaskipanarvognin, sum skuldi fáast at rulla frá á heysti 2008 (fyrstu næmingar byrjaðu í nýggju skipanini í august 2013.)

Tú tryggjar ikki starvsfólkum virðilig kor við at gera kollveltandi broytingar í einastu mentalu feriu hjá einum undirvísara. Hetta gerst bert við nærlagni í hoyringini, við kunning og við at lata fólk koma frítt til orðanna – eisini um ósemjur eru. Tað eigur og skal bera til at taka nøkur orðaskifti og nakrar dystir um álvarsmál, sum fólk veruliga hava á sínum fakliga hjarta, ja í sínum samleika, áðrenn so týðandi avgerð verður tikin sum at seta í verk nýggjan bygnað á samanlagda stovninum.

Tríggjar skúlaskipanir til eina

Drúgv tilgongd er farin fram, so tríggjar skúlaskipanir funnu felags stev og runnu saman í eina skipan. Og mangir kamelar eru svølgdir á leiðini. Og skal samanlegging eydnast til fulnar, so mugu tey, sum skulu føra hana úr í verki, kenna eina meining, mugu kenna kósina og orsakirnar fyri ymisku niðurstøðunum og valunum. Tað er av størsta týdningi, skulu tær tríggjar skipanirnar kenna, at tað besta frá øllum trimum skúlunum er tryggjað – eisini í bygnaðinum.

Nú mugu vit ikki missa fakliga stoltleikan og samleikan í berum broytingarkæti. Hóast útbúgvingarpolitiskt ósamd ber væl til at koma væl frá byrjan, nevniliga við virðing fyri ymiskleika og ósemjum, sum fáa rúmd í tilgongdini. Tað er okkara fatan, at hetta er ikki støðan í løtuni. Heldur eru fólk ótrygg – skilst. Tí vilja vit rópa varskó! Íverksetan av bygnaðinum til hendan okkara dýrgrip -ungdómin í Suðurøkinum – MÁ kunna útsetast til nakrar vikur eftir at fólk eru komin úr feriu. Tað hava hesi alment settu starvsfólkini uppiborið. Stásiligi bygningurin í Marknagili, har vit í dag hátíðarhalda reisingina, er nakað seinkaður, so vit hava tíðina at tryggja menniskjaliga tilfeingið, sum er tað týdningarmesta í hesum verki – og sum hevur størri týdning enn bygningur og bygnaður!

 

Hanna Jensen, løgtingskvinna, forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins, útbúgvin miðnámsskúlalærari í føroyskum og fronskum

Óluva Klettskarð, løgtingskvinna, limur í mentanarnevnd løgtingsins, útbúgvin miðnámsskúlalærari í føroyskum og søgu

  

  

placeholder

Meira langlesnaður