Hans, Rebekka og Rókur spæla á Punkt

Hans, Rebekka og Rókur spæla á Punkt

2017-09-15 08:24 Author image
Innsent

Leygardagin 16.september hittast fólk við tilknýti til tónleik í Tórsgøtu, tá Punkt verður hildið á triðja sinni. Her kunnu tónleikarar, tónleikaídnaðurin og tónleikaáhugaði hitta sínar javnlíku.

Um dagin verður kaffiprát, loppumarknaður við tónleikaútgerð og øðrum, ið hevur við tónleik at gera. 

Eisini framførslur við Hans Ravnsfjall, Rebekku Petersen og Róki Jákupssyni Jakobsen. Tiltakið er frá kl. 14-17.  

Kl. 14.00 Punkt verður sett

Kl. 14.15 Hans Ravnsfjall

Kl. 15.00 Rebekka Petersen

Kl. 16.00 Rókur Jákupsson

Um kvøldið verður ókeypis veitsla fyri tónleikarar. Til ber at melda seg til veitsluna á reinsariid.fo Tað er avmarkað atgongd.

Tiltakið er fyri tónleikarar og tónleikaáhugaði, og tað eru tónleikarar og tónleikaáhugaði, ið skulu geva tiltakinum innihald. Hevur tú eitt LP savn, ið tú vilt av við, ella hevur tú autografina hjá Ian Gillan frá vitjanini í 1992, ella G-strongin hjá gimpinum frá Prix Føroyar finaluni í 2001, ella kanska eitt av babyhøvdunum hjá Byrta. 

Ella vilt tú av við tína wow pedal ella tín Marshall forsterkara, ella vísa fram títt savn av gomlum pallpassum, vit geva tær høvið, at koma við tínum tingum, og høvið hjá øðrum at koma við sínum forvitni ella keypihugi.

Ynskir tú at sýna okkurt fram ella selja okkurt kanst tú melda teg til á reinsariid.fo

 

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður