Harður bardagi um Mosul

Mosul er illa farin, og ST metir, at tað fer at kosta eina milliard dollarar bara at byggja mest grundleggjandi undirstøðukervið upp aftur. Mynd: EPA

Harður bardagi um Mosul

2017-07-08 17:18 Author image
Emil Lisberg Jacobsen

IS stendur til at missa sín størsta bý, Mosul, men berjast til síðsta mann. Um, ella tá, Mosul fellur, fellur ein stórur partur av valdinum hjá IS í Irak.

Longu fyri einari viku síðani segði irakski forsætisráðharrin Haider al-Abadi, at Mosul var fallin, og at irakski herurin hevði tikið býin frá IS. Men leygardagin vóru framvegis harðir bardagar í býnum, har IS-leiðarin Abu Bakr al-Baghdadi fyri trimum árum síðani lýsti nýggja kalifatið – eitt kalifat, sum nú tykist vera nærum niðurbart.

Tá IS missir valdið í Mosul, sum er nógv tann størsti býurin hjá felagsskapinum, hevur IS bert oyðimørk vestanfyri og sunnanfyri býin eftir.

Leygardagin søgdu hermenn hjá IS, at teir fóru at stríðast til deyðan, samstundis sum irakski herurin boðaði frá, at tað einans snúði seg um tímar, áðrenn herurin hevði fingið fult vald á býnum.

Tað hevur tikið góðar átta mánaðir at taka Mosul aftur frá IS. Irakski herurin hevur fingið hjálp frá eini amerikanskt-leiddari samgongu, sum hevur stuðlað við loftálopum.

Almenna irakska sjónvarpið segði leygardagin, og nógvir IS-hermenn vóru dripnir, og at nógvir aðrir royndu at flýggja við at svimja tvørtur um Tigris-ánna. Nógvir av hesum vóru útlendingar, segði sjónvarpið.

 

Alt í sori
ST metir, at tað fer at kosta meir enn eina milliard dollarar at byggja tann mest grundleggjandi infrastrukturin í Mosul upp aftur. Og tá Mosul fellur, og IS er farið úr býnum, kann roknast við, at gamlar trætur fara at koma undan kavi aftur. Arabarar og kurdar hava fyrr stríðst um ávís landøki har á leiðini, og stríðið millum sunni og shiamuslimar, sum hevur plágað Irak í nógv ár, fer eisini at kykna aftur.

Sunnimuslimar eru í meiriluta í Mosul, og teir hava leingi mett seg vera fyri mismuni frá shiastýrdu stjórnunum, sum hava sitið síðani innrásina í 2003.

Samstundis hevur kurdiski leiðarin í Irak sagt, at stjórnin í Bagdad als onga ætlan hevur fyri, hvussu landið skal stýrast, tá IS er niðurbart.

 

Kelda: Reuters

placeholder

Meira langlesnaður