Harvey kravt tvey mannalív

Mynd: epa.eu

Harvey kravt tvey mannalív

2017-08-27 12:00 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Støðan í Texas er milt sagt kaotisk í løtuni. Ódnin Harvey hevur leikað á síðan fríggjadagin, og ilt er at siga, nær myndugleikar fáa yvirlit av støðuni. Higartil er staðfest at tvey fólk eru deyð av ódnini, umleið 30 fólk eru særd og eini 30 onnur eru meldaði horvin. 

Ódnin er minkað í styrki síðan hon brast á, og verður hon nú bólkað sum ein bólkur 1-ódn, eftir at hon hevur verið bólkað heilt uppi í bólki 4, við yvir 200 kilometrum um tíman av vindi og næstan einum metri av regni. Hóast vindurin er minkaður nakað, so hevur regnið ført við sær yvirflóð í nógvum økjum og hevur sostatt gjørt nógvan skaða.

Hjá politinum og avvarðandi myndugleikum er enn torført at fáa fult yvirlit av støðuni. 

placeholder

Meira langlesnaður