Havnin 150 ár: Føroyskur dansur var “gadeuorden”

2016-06-07 09:09 Author image
Simona Midjord

Ragnhild Debes, f. Danielsen (1904-1996) vaks upp niðri í Eyri. Seinni búði hon í Jónas Broncks gøtu. Hon var 84 ára gomul, tá ið samrøðan varð gjørd. Hon sigur her frá sínum uppvøkstri í Havn. Hon greiðir eisini frá støðum og staðarnøvnum og sigur frá hendingum, sum eru knýttar at hesum støðum. Eisini sigur hon frá fólkafundum, nótakasti, skúlatíðini, traðum, torvheiðum o.ø.

 

Í Eyri

Húsini, sum eg vaks upp í, standa uppi enn. Plássið kallaðist niðri í Eyri. Finsens Minni er tætt við húsini, og Quillingsgarður liggur frammanfyri. Hetta var ein eyrfløta, og her plagdu børnini at spæla í skýmingini. Tey minnu børnini skuldu tíðliga inn; tey sluppu ikki at spæla úti aftan á lyktatendring. Men tá ið lyktirnar vóru tendraðar, fóru tey hálvvaksnu at dansa her, dansaðu føroyskan dans o.tíl. Tað plagdi at vera ógvuliga stuttligt. Vit hava verið tað seinasta ættarliðið, sum dansaði, tí tá kom ein amtmaður, sum klagaði um dansin; hetta var “gadeuorden” segði hann, og so varð tað forbjóðað.

Hesin slættin rakk tó ikki heilt niðan til Amtmansgarðin, men seinni varð Amtmansgarðurin gjørdur størri, og tá varð tikið burtur av Eyri.

 

Grannahúsini

Niðan av okkara húsum stóðu húsini í Lágni. Annars var eitt lítið hús fast í okkara húsum, sum kallaðist hjá Venus á Bø. Tað hevur tá verið tey uttastu húsini av tí gomlu Havnini. Eingi hús vóru her uppi á Abbatrøð, og eingi vóru har, ið Fútahúsini eru og har um leiðir. Vegurin her verður nú nevndur Abbatrøð, men sjálv trøðin var eitt sindur heimari. Oftani vórðu traðirnar ikki kallaðar upp eftir teimum, sum dyrkaðu tær, men eftir teimum, sum keyptu tær ella fingu tær á annan hátt, sum t.d. Evensenstrøð og Lützenstrøð. Eitt æt Kjelnes'sa Trøð; tað varð eisini kallað Frúutrøð – tað var tað eldra navnið.

 

Nakrir steinar í Havn

Jødasteinur er ein steinur í Krókabrekkuni, í útjaðaranum á vegnum. Hann skal hava fingið navnið av, at ein jødi, sum var komin í land, datt har og breyt beinið. Eitt “J” er høgt inn í steinin, og tað skal merkja jødi.

Tað eru nógvir aðrir steinar. Konusteinur er ein; tað er ein steinur, sum liggur á skrá á leið, har sum Demich hevði skrivstovu – uppi á Lítlaskansa. Lítliskansi er niðan frá Losjuni, tann høvdin har. Søgnin sigur, at ein kona skal vera flýggjað niðan til Konustein undan sjórænarum.

Skipar Hansens Steinur er ein stórur steinur eystan fyri Ítróttahøllina.

Ein stórur steinur stendur uppi við Norðurlandahúsið, – eystan fyri vegin. Har sæst umhvarvið av einum stórum fóti í sjálvum steininum. Søgnin sigur, at hetta var risafótur, og at risin var lopin av Reyninum og hevði sett fótin í tann steinin. Tað var eisini við størstu virðing, vit gingu fram við honum; her vóru eingi hús tá.

 

Jomfrúbakkin

Oman fyri Gamle Danmark og niðaná var ein bakki, ið varð nevndur Jomfrúbakkin. Genturnar plagdu at fara oman á Jomfrúbakkan at standa, tá ið tær væntaðu sluppir og bátar at koma aftur av fiskarí ella av útróðri. Av tí kom navnið Jomfrúbakkin.

 

Vaglið

Dreingir og ungir menn sótu altíð á jarnverkinum fram við Havnará og flentu at teimum, sum gingu framvið og róptu eftir gentunum. Navnið kom av tí, at teir vóru farnir upp “á vaglið” at sita. Jarnverk var fram við Ovasta Dammi og niðan móti kioskini – sum ikki var tá. Tað høvdu teir til fragd – so tað var ikki stuttligt at fara framvið tá, tí har sótu teir og róptu, floytaðu og grinu. Ja, tí varð tað kallað Vaglið. Tey hava altíð verið eitt sindur hittinorðað – havnarfólk.

 

Húsabrúgv

Fórt tú niðan gjøgnum Avholdsbrekkuna og fram við avholdshúsinum, so var á vinstru hond bóndagarðurin hjá Júst á Húsum. Nú er opið pláss her. Tað var Húsabrúgv. Sagt varð eisini uppi á Brúgv. Húsini hjá Kjelnesi stóðu frammanfyri; tey húsini standa enn.

 

Úti á Reyni

Úti á Reyni var stórt café; Tilda æt ein, sum hevði tað. Og hon hevði ymist at selja. Í Mettustovu var eisini handil; her høvdu tey ymsar pyntilutir at selja, brúðarslør, diadem, silkibond o.tíl. Tað vóru tvær systrar, sum handlaðu her, tvær Effersøe-systrar.

Eitt staðarnavn harúti er úti í Tranti. Tað var við handilin hjá Hans Olsen ella har á leið, frá Doktaragrund og niðan ímillum har. Á Doktaragrund vórðu hildnir politiskir fundir o.tíl. Eg plagdi onkuntíð at vera við, og tað var sera spennandi. Eitt varð rópt í Kina – tað vóru tvey hús – Ovara Kina og Niðara Kina.

 

Undir Kjallara

Undir Kjallara nevndust 5-6 hús, ið stóðu har, ið Sjóvinnubankin (har ið var Trygd herfyri) er nú. Tað var ein stór hella undir húsunum, og so løgið tað ljóðar, so bar væl til at standa á seiðabergi har. Har búði eisini ein kona, sum dámdi sera væl at ganga á seiðaberg; hon æt Lena í Gong. Hon var so snild, at hon goymdi sær agn niðri við sjóvarmálan. Har var ein steinur, sum hon kundi leggja tað niðurvið, so hon hevði tað við hondina. Eg minnist, at einaferð vóru nakrir dreingir farnir at spæla har, tá læt hon vindeygað upp og segði, at hatta máttu teir ikki røra, tí hatta var agnið hjá sær, sum hon skuldi brúka, tá ið hon fór á seiðaberg; hetta var kræklingur, øða, fliða o.tíl. Hon plagdi at standa á seiðabergi á Guttabergi – tað var yviri við Sersjantahúsini. Oman frá áleið har, sum Fiskasølan er (nú Eik Banki).

Tað fyrsta húsið undir Kjallara var Ísaksstova – tað, sum stendur eftir longdini. Jens Olsen frá Handilsforeiningini leigaði tað einaferð, og har búðu fiskagentur – bygdargentur, sum komu til Havnar at arbeiða í fiski. Seinni hevði Chr. Christiansen tað til verkstað. Tey kallaðu tað eisini húsini hjá Hans hjá Birtu; har búði ein gamal maður, tey róptu Hans hjá Birtu, og mamma hansara.

 

Huldumansholan

Yvir av gomlu Dimmalætting var Huldumansholan. Har á leið, sum hotellið var – har sum Gjaldstovan  er (er nú partur av Tryggingarfelagnum) – vóru so grúiliga nógvir steinar og klettar, og so vóru tað so nógv skot allastaðni. So tað var ógvuliga dularfult alt. Tað var við djúpastu virðing, vit gingu tann vegin. Og tað gingu nógvar søgur um huldumenn her, tí tað var so myrkt og trølsligt. Longri ímóti Kongabrúnni stóðu Evensens hús. Ein trappa gekk niðan til Evensens hús og so niðan til allar hesar klettarnar. Og so kundi tú ganga yvir í Sorinskrivarabrekkuna. Og har stóðu hjallar o.tíl., so har var øgiliga huldisligt.

 

Kilakanalin

Eitt navn var Kilakanalin. Her búði ein kona, sum varð rópt “Kilarin”. Hon æt Katrina, og hon gekk so skjótt – hon “kilaði” av stað. Tí mundi navnið Kilakanalin koma, og tað navnið hekk við. Laura Joensen, sum spælir komediu, býr í húsunum hjá Kilaranum nú.

Fyrr mundi alt hetta økið eita undir Ryggi. Ryggurin er hetta her í erva, her sum vit búgva; undir Ryggi er so nógv lægri niðri. Ryggurin strekkir seg niðan til húsini hjá Nyholm Debes ella Glaðsheygg.

 

Müllersbrúgv

Brúgvin út til Vágna hesumegin verður rópt Müllersbrúgv – frá Tinganesi og inneftir. Tann langa lonin har eitur Müllershús, og brúgvin hevur fingið navn eftir húsinum.

 

Sersjantahúsini

Sersjantahúsini vórðu nýtt til epidemihús fyri smittsamar sjúkur – serliga var tað fyri meslingar, og tí var alt málað reytt inni. Reyður litur var so góður fyri eyguni, og meslingasjúkan setti seg so nógv í eyguni. Og har var so ein gomul kona, ið ansaði eftir, sum æt Sanna í Villustovu. (Sersjantahúsini vórðu flutt og standa nú úti á Reyni, yvir av Skrivarastovu).

 

Ormurin Langi

Ein vegur varð róptur Ormurin Langi. Tað er Rasmus Effersøe, sum hevur lagt tann vegin. Eg dugi so illa at siga frá, hvar hann liggur. Hann endar uppi á Brekku, við Fjósahúsini. Vegurin gongur frá Hoyvíksvegnum og oman fram við Landbrúksráðnum (nú Búnaðargrunnurin), oman eftir fram við hjá Jóan Hendriki og Miu, og Poul í Geil, og so gongur hann oman til Klubban. Navnið mundi koma av, at hetta var ein so langur vegur tá, og so tað, at hann buktaði seg ymsar vegir. Rasmus Effersøe stóð fyri arbeiðinum, og tað sigst, at hann rindaði arbeiðsmonnunum úr sínum egna lumma fyri at fáa hann gjørdan.

 

Brekkurnar í Havn

Kákabrekkan er tann vegurin, sum í dag verður róptur Skansabrekkan. Fólk vóru farin at rópa hann Skansabrekkuna, tá ið eg var barn, men vit fingu fortalt frá teimum eldru, sum búðu har, at rætta navnið var Kákabrekkan. Skansabrekkan gekk frá Sersjantahúsunum og niðan á Skansan. Teimum eldru dámdu einki, tá ið hesi nøvnini komu í bland. Tey hildu, at Kákabrekkan var tað rætta navnið, tí brekkan gekk av Kákinum og niðan. Eg minnist, at systrunum á Krákusteini – serliga Lorentsu – dámdu stak illa, um tað var sagt Skansabrekkan um Kákabrekkuna.

Brekkan fram við gomlu Dimmalætting varð rópt Sorinskrivarabrekkan. Hon eitur í dag Erlings Jals gøta. Vit rópa hana Sorinskrivarabrekkuna, tí at sorinskrivarin hevur búð har í gamlari tíð.

Brekkur, ið eg minnist, eru:

Krókabrekkan er fram við húsinum í Króki og niðan á Hoyvíksvegin.

Laðabrekka er frá Eyri og oman móti Handilsforeiningini (seinni Essaba og nú Café Natúr).

Amtmansbrekkan er millum Amtmanshúsini og Sorinskrivarahúsini og oman á Áarvegin.

Fransabrekkan er uttan fyri hjá Frants Restorff.

Konradsbrekka er frá smiðjunum og niðaná.

Rættarásbrekka gongur oman í Rættará.

Skansabrekkan er frá Sersjantahúsinum og niðan á Skansan.

Kákabrekkan er frá Kákinum og niðan á Skansavegin.

Sorinskrivarabrekkan er niðan við gomlu Dimmalætting.

Bankbrekkan er frá gamla Føroya banka (nú Tilhaldið) og oman í Vágsbotn.

Avholdsbrekkan er frá Áarvegnum og niðan á Húsabrúgv. (Avholdshúsið stóð á vinstru hond, tá ið tú komst niðaneftir).

 

Á Sandinum

Sandurin var fast spælipláss hjá okkum børnum. Eg minnist, at her vóru so nógvar dunnur. Nógv hús høvdu dunnur tá. Vit børn plagdu at reka dunnurnar oman um morgunin og niðan aftur um kvøldið. Um náttina lógu teir í túnunum uttan fyri húsini. Hetta kundi vera eitt sindur keðiligt, um tú komst ov seint heim um kvøldið aftan á dansin, tí allar dunnurnar fóru upp at gvagga, tá ið tú  gekst framvið. Tá var tað soleiðis, at tað mesta tú kundi loyva tær, var ein túr oman á Kongabrúnna, tá ið dansurin endaði kl. 12, og so mátti tú skunda tær heim.

Dansað varð vanliga í Losjuni, men eina ferð um mánaðin var skipað fyri dansi í Klubbanum. Í pausuni plagdu vit at fara oman í Avholdið – har sum Hafnia er nú – at dansa, tí har var vanliga føroyskur dansur.

 

Nótakast

Eg minnist eisini, tá ið teir kastaðu nót. Tað var so hugnaligt. Vit plagdu at spæla uppi í Eyri, og so kom onkur og segði, at nú kasta teir nót í kvøld. Og so fóru øll rennandi oman. So hoyrdu vit teir róptu: “Dragið fyri eystan! Dragið fyri vestan!” Og nú kemur nótin inn – full av seiði, og alt varð so lagt upp á Sandin – framman fyri Fútastovu ella hjá Karl á Lað. Eg gloymi aldrin ta myndina, tá ið seiðurin lá har og spraklaði og glitraði, og mureldurin og alt. Tað plagdi at vera í skýmingini, teir kastaðu nót.

Tað var Nótafelag, sum hevði so og so nógv nummur. Hvørt nummar skuldi hava so og so nógvar leypar ella kurvar av seiði. Tá ið tað var liðugt, so tók næsta nummar fatt – næstu ferð teir kastaðu. Nótirnar goymdu teir uppi í einum neysti á Kongabrúnni. Í gamlari tíð goymdu teir nótirnar á kirkjuloftinum, og so avgjørdu teir gomlu, at aftur fyri at kirkjan goymdi nótina, so skuldu teir geva kirkjuurið til kirkjuna. Tað var altso frá Nótafelagnum, at kirkjan fekk tað fyrsta urið.

 

Vatnpostarnir

Í Havn vóru vatnpostar ymsastaðni. Her fóru fólk eftir vatni. Á Kongabrúnni stóð ein vatnpostur, og ein stóð við Vertshúshjallin á Áarvegnum – við hjá Trinu við Ánna, og ein annar var longri uppi, á horninum, har sum kioskin er nú. Ein stóð uppi hjá Fosaa tætt við Klubban, og ein uppi við Losjuna við hjá Símun hjá Lottu. Ein stóð uppi á Lítlaskansa, og tann, sum eg havi í garðinum, stóð úti á Frælsinum við hjá Enok, og ein stóð úti í Bø, við hjá Poul Jóhannes hjá Pálli. Tey, sum búðu hesumegin komu ikki so nógv út í Bø. Eisini stóð ein í Klettaskoti við Ydun, og ein stóð á Bakkhellu, við hjá Petrinu hjá Livu, eisini stóð ein við Ommu Svenn, yvir av hjá Villi Simonsen. Ein stóð í Sorinskrivarabrekku við hjá eysturoyinginum. Ein stóð við Skansavegin, við hjá Poul á Kák, ein stóð á Kák, við hjá Sámal á Kák, ein stóð við Borgarastovu, niðri í Eyri, ein stóð hjá fútanum, við hjá Poul í Geil, og ein stóð á Abbatrøð, við hjá Niels á Bakka.

Men tá ið fólk fingu møguleika fyri at fáa vatn inn í húsini, so var tað ikki øll, sum vildu hava tað. Tey hildu, at tað var óneyðugt, tá ið tað var so stuttur vegur at ganga eftir vatni – tá ið tey høvdu havt so langan veg fyrr; tá máttu tey í Havnará eftir vatni. So tey vóru beskeðin. Tey vóru ikki von við sovorðið “luksus”.

 

Handilsforeiningin

Undir fyrra heimsbardaga var trot á ymsum vørum; mjøl, sukur og petroleum vóru skamtað, og eisini var trot á koli. Tað varð nógv torv skorið, men tað var ikki nóg mikið, so vit máttu fáa frá bygdunum eisini, serliga úr Rituvík. Handilsforeiningin fekk nógv torv haðani. Teir førdu tað higar við jaktum. Tað varð goymt á loftinum á Telegrafstøðini. Vit vóru fleiri ung, sum stáplaðu tað upp í flógv. Vit fingu løn fyri arbeiðið, og vit royndu at dálka okkum sum mest, tí vit hildu, at vit fingu meira tá. Men tað fingu vit sjálvandi ikki. Vit trúðu, at teir fóru at halda, at tað var synd í okkum, men tað gekk als ikki.

Handilsforeiningin hevði eisini lýsismeltarí. Tað stóðu tveir stórir tangar yviri undir Skansa, har tað varð smeltað. Og tað vóru tveir mans, sum høvdu fast arbeiði har, og tað var Mikka í Dávastovu og ein, ið varð kallaður Velbastað-Magnus. Teir smeltaðu lýsi. Handilforeiningin keypti so livur og kúlur. Hvat teir gjørdu við lýsið, veit eg ikki, men eg rokni við, at teir hava selt tað av landinum.

 

Íshúsið

Uppi á Abbatrøð var alt vallað, og har vóru eingi hús. Tvær stórar tjarnir vóru har, millum annað var ein vollur at ganga eftir yvir á Frúutrøð. Um veturin, tá ið ísur legðist á tjarnirnar, plagdu vit at skreiða har, men tað gjørdist ofta so stutt, at tað bar til, tí har komu arbeiðsmenn og brutu ísin upp. Handilsforeiningin keypti ís; teir høvdu frystarí niðri á Lava. Menninir fingu eitt vist fyri kilo, so tað ráddi um at fáa nógv í leypin, og teir bóru við roka á. Tað hevur verið eitt knoss. Illgongt var at ganga við hesi tungu byrðu oman millum húsini á Brekku, smøl brøtt gøta móti Dimmalætting oman ígjøgnum kanalina til Íshúsið. Men hesir menn vóru vanir við tungt arbeiði. Og teir vóru glaðir og takksamir fyri, at teir kundu arbeiða.

 

Traðir

Tað vóru nógvir traðarmenn í Havn og nógvar traðir. Niels á Bakka hevði eina trøð yviri við Strond, har vit plagdu at hoyggja. Og tað vóru nógvar kýr í Havn tá; vit høvdu tvær. Eg var ikki von við hetta arbeiðið, men tað var líka gott at leypa í tað sum at krúpa í tað. Eg lærdi meg at mjólka og væl bar til, so vit høvdu altíð nógva mjólk, seldu til fastar kundar, serliga til børn og nýføðingar; tá var tað soleiðis, at nýføðingar skuldu fáa mjólk undan eini ávísari kúgv.

Børnunum dámdu væl at hjálpa í hoynum, eisini var gott at spæla niðri við strondina. Serliga var tað ein hylur, sum kallaðist Grønidammur, sum børnini plagdu at svimja í, og tí haldi eg, at tað er spell, at hann eina nátt í illveðri varð fyltur við gróti og sandi frá Buckwald. Strondin har framvið er sera vøkur – nógvar víkir. Tað er spell, at tær skulu fyllast út og hvørva. Eg vóni, at okkurt verður gjørt við hetta, so vit kunnu fáa Grønadamm aftur og kunnu varðveita víkirnar.

 

Skúlatíðin

Skúlar høvdu vit góðar. Eg gekk í Kommunuskúlan, og vit lærdu eina rúgvu. Nógv var at duga uttanat, og alt var á donskum; tað var ikki loyvt at brúka føroyskt. Historie – Gorm den Gamle og Harald Blåtand – kongarekkjuna skuldu vit duga. Men Kamban, sum var ein sera góður lærari, segði okkum eisini eitt sindur um føroyasøgu. Somuleiðis Waagstein, sum var ein sera góður sanglærari, har fingu vit eisini loyvi at læra føroyskar sangir. Hann “prøvaði stemmur” og tók tey frægastu burturúr, og vit sungu duett. Tey, eg minnist, vóru Olevina av Kamarinum, Elsa hjá Mykines-Jógvan og Bi og Alex í Horni og fleiri.

Eg minnist eina ferð, ið kongur (t.e. Christan X) hevði føðingardag; tá fóru øll skúlabørnini yvir á Skansan, marsjerandi yvir við hornmusikki á odda. Tað gloymir eingin aftur, sum hevur verið barn tá. Tað var 26. september 1912-14. Amtmaðurin talaði, og so róptu tey hurrá. Eitt orlogsskip, sum æt “Beskytteren”, lá úti á redini, og so skutu teir við kanónum á Skansanum, og so svaraðu tey aftur á skipinum. Mammur vóru komnar við børnum, og tað var ein grátur at hoyra frá børnunum; tey ræddust skotini frá kanónunum. Tað vóru fleiri menn, sum stóðu við kanónirnar, harímillum Sámal á Krákusteini; hann var kvartermeistari, so hann skuldi loysa skotið av. Hann segði: “Første kanon, fyr!” Og so skutu teir, og so svaraðu teir aftur á skipinum. So tað var sera hátíðarligt. Øll vóru uppskrýdd, genturnar vóru pyntaðar við silkibondum og í fyrikløðum. Tað var ikki so nógv “fornøjilsi” tá, so sovorðið gjørdist ógloymandi. Systkinabarn Sámal á Krákusteini var eisini kvartermeistari; hann æt Sámal í Mattastovu.

 

Torvheiðar

Vit høvdu tvinnar torvheiðar, sum hoyrdu til húsini, og vit høvdu skeyti upp á teir. Teir eini vóru í Gundadali, har sum Listaskálin liggur. Hinir lógu forbí Krákugjógv, inn í Bug – eisini kallað Kettuurðin – har skóru vit torv. Inni í Bug er har áleið, ið Jens Reinert búði. Fyrst er Krákugjógv og tann vegurin niðaneftir. Hin vegin niðaneftir kemur tú til Kettuurðina. Kettuurðin og inni í Bug liggja undir Fjallinum – har høvdu vit torvheiðar. Longri inni í Hoyvíkshagnum lógu Vatnaskarðar. Á Vatnaskørðum vóru eisini nógvir torvheiðar hjá havnarmonnum. Nú er tað mesta bygt, har ið torvheiðarnir vóru.

Tú hevði skeyti upp á torvheiðarnar, og tríggir steinar plagdu at verða settir upp til mark. Um nakar skar inn um mark, so var ikki lukkuligt – so varð klandur. Tú mátti fara væl um torvheiðarnar, og leggjast mátti væl afturíaftur fyri seyðin.

 

Torvskurður

Torv var tað einasta, sum varð brúkt til brenni tá. Tað skuldi nógv til, og langur var vegurin at fara eftir tí. Tað var skjótt at brenna ein leyp, og tá ið tað var ímóti vetri ella upp undir óveður, so mátti tú bera nakað niðurfyri. Tú hevði eina flógv uttanfyri og fullan torvkassa; tað mátti tú royna at hava. Men tað var ikki altíð veður at fara. Vit høvdu sum nevnt torvheiðar í Gundadali, og tá ið áarføri var, sluppu vit ikki altíð um ánna, og tað var so javnan, at vit máttu venda til hús aftur – so var einki gjørt tann dagin. Omma mín plagdi at fara í lýsingini eftir einum leypi av torvi – áðrenn hon fór til arbeiðis. Hon arbeiddi í fiski. Ja, torvið mátti havast til varma. So alt var forbundið við stríð tá. Eitt nýtt orð er komið inn í málið; tað er at “slappa av”; tað var einki, sum æt soleiðis tá, arbeiðið var alt. Arbeiðsdagurin var langur, tá lótu handlarnir upp kl. 8 um morgunin og stongdu kl. 8 um kvøldið.

 

Fólkafundir

Fyrr í tíðini vóru so nógvir fólkafundir ymsastaðni, og so vóru tað ávís pláss, sum tey høvdu fólkafundirnar. Eitt pláss var úti á Doktaragrund og eitt var Varðaholan. Varðaholan er til enn, men hon sær syndarlig út, haldi eg. Har var talarastólur, laðaður upp av gróti. Tað kom fólk frá Havnini, tá var eingin vegur, so vit gingu niðan. Tað var rættiliga langt at ganga. Eitt annað fólkafundarpláss var Reynsmúlalág. Harumframt var Kollfjarðardalur, og fleiri onnur pláss, sum tey hildu fólkafundir. Tá fírdi tú ikki fyri at fara til gongu, bæði niðan í Varðaholuna og Reynsmúlalág, sum liggur heilt yvir um Reynið, yvir um ta gomlu Kirkjubøgøtuna. Tú gekst út eftir Landavegnum, niðan gjøgnum brekkuna og yvir um ánna, Sandá, og so niðan á Reynið, og so nakað væl inneftir til Reynsmúlalág.

Eg vóni, at tey varðveita Varðaholuna, at tey lata eitt sindur vera eftir av henni til minnis um ta tíðina. Her samlaðist nógv fólk; tað var ein djúp lægd har.

Stovurnar í Havn

Mortansstova

Villingsstova (framborið “villustova”)

Oyspustova

Dávastova

Fútastova

Ósastova

Knútsstova

Áarstova

Dandastova

Klokkarastova

Tummasastova

Smiðjustova

Dalólastova

Mettustova

Boyggjastova

Guttastova

Koytustova

Mattastova

Jansstova

Barnastova

Barbustova

Snikkarastova

Skrivarastova

Maltastova

Kristnastova

Nólsoyarstova

Funningsstova

Nýggjustova

Gravustovu

Baiansstova

Borgarastova

Ólastova

Stórustova

Munkastova

Kákastova (?)

Tokustova

 

Heimildarfólk: Frú Amalia Joensen úr Tórshavn.

 

M.A. Jacobsen skrivaði niður 3. sept. 1929.

 

Við støði í samrøðum, sum vórðu gjørdar í 1988. Listan við stovunum í Havn fekk eg eisini frá Ragnhild Debes.

 

Heimildir:

Fornminnissavnið. Søvn Landsins.

Føroyamálsdeildin. Fróðskaparsetur Føroya.

Havnin um 1895. Tórshavnar býráð gav út í 1982.

 

Tøkk fáa:

Erland Viberg Joensen. Fornminnissavnið. Søvn Landsins.

Ólavur Øster. Fornminnissavnið. Søvn Landsins.

Viggo Christiansen. Tórshavnar Kommuna.

 

placeholder

Meira langlesnaður