Bein og skøltar stungu út úr bakkanum

2016-06-23 13:49 Author image
Simona Midjord

Reynagarður. Hesi húsini standa í ein fýrkant, og tað uttasta, sum er brúnt og fjalirnar ganga tvørturum, skal hava verið tann gamli prestagarðurin. Hetta er bindingsverkhús; tey siga, at tað er einasta bindingsverkhús í Føroyum, sum tey vita um, og nú er tað tikið frá, so múrsteinurin sæst. Eg havi hoyrt, at øll tey húsini inni í tí fýrkantinum hoyrdu til prestagarðin; tað vóru úthús og hús til tænastufólkini. Tað verður kallað Reynagarður enn.

 

Kirkjugarðurin

So kom kirkjugarðurin. Leigubúðin er tað ovasta húsið, tá ið tú nú gongur omaneftir á høgru hond – eitt sovorðið langt hús, sum er fast í Munkastovuni. Og garðurin tvørturum, hann er eisini rundur; tað er kirkjugarðurin. Vit kallaðu tað bara úti í Kirkjugarðinum, tá ið eg var barn. Tá ið vit gingu niðri í Bakka, so sóu vit bein stungu út allastaðni – og skøltar o.tíl. Tað var so óhugnaligt. Kirkjugarðurin hevur verið størri, men bakkin máar óivað meiri og meiri av honum.

Eisini verður sagt, at tá ið svartideyði var, so varð kirkjugarðurin fullur, og so kundu tey ikki grava fleiri har; so vórðu tey grivin uttan fyri kirkjugarðin. – Eg minnist eisini, tá ið tey bygdu húsini hjá Júst Sivertsen nakað norðan fyri Snikkarastovu. Tá gravaðu teir og vitaðu, um teir kundu finna nakað, sum bendi á, at nakar hevði verið grivin har, men teir funnu ikki eitt petti. Vit hava eisini gravað í okkara húsum, sum standa við síðuna av Skansagarði (fyrr var spæliplássið her – nú standa Sersjantahúsini her; tey vórðu flutt higar), og tá funnu vit eitt herðablað, men tað haldi eg var av lambi. Mamma brendi kaffi til handilin – hon brendi tað inni í bakarovninum, og hon hevði eitt herðablað, sum hon rørdi í og vendi við.

 

Effersøes hús

Tað svarta húsið beint úti við kirkjugarðin kallaðu vit Effersøes hús, tí Effersøe búði har, men annars er tað tað gamla fútahúsið, og Fútabakki er niðanfyri. Fyrst kemur spæliplás­sið (nú eru Serjantahúsini her), so kemur Skansagarður og so kemur Effersøes hús. Og har komu altíð bein upp í kjallaranum, partar av beinagrindum, og Rasmus Effersøe – tá ið hann búði har – savnaði tað saman í posar og gróv tað so úti á kirkjugarðinum.

 

Um Rasmus Effersøe

Rasmus lærdi tey føroyskt – ungdómin. Maria Mikkelsen – Maria í Dal-Ólastovu – var niðri alla sína tíð; hon arbeiddi á einum bíblioteki. Allir føroyingar komu til hennara at fáa hjálp, um tað var okkurt. Hon flutti aftur til Føroya, tá ið hon var vorðin eldri. Hon fortaldi einaferð fyri mær, at tað kemur ein kona inn til mammu hennara og spyr, um hon virkuliga hevði hoyrt tað, at Evensen prestur hevur hildið eina prædiku á føroyskum! Hvussu forferdiligt hetta var. So sigur Maria við hana: “Íðan, forstóðu tygum tað ikki?” So letur í hesi konuni: “Hrm, hatta er eitt, sum Rasmus hevur lært upp!”

Jú, Rasmus lærdi tey føroyskt, og so dansaðu tey føroyskan dans úti hjá honum. Hann gekk altíð heim til okkara, og hann var so stuttligur. Jú, Rasmus gjørdi nógv gott, tað er vist.

Eg havi hoyrt fortalt, at Rasmus eisini lærdi gentur og dreingir at svimja yviri við Strond, tað mundi vera í Válgaravík. Hetta er fyri mína tíð. Tey svumu harúti, og hann gjørdu teimum eitt hús, sum tey kundu skifta í.

Hann var ein so sera eldhugaður maður.

 

Fleiri pentur í pannuna

Rasmus fann upp á mangt pussigt. Húsini hjá okkum harúti vóru so gomul; eg haldi tey eru frá 1774. Nú hava vit bygt upp í tey. Gáttirnar eru nógv hægri enn í øðrum húsum, tí tey eru so gomul. Tey sótu ofta á gáttunum fyrr, tá ið nógv fólk komu inn; ofta varð sitið og prátað í køkinum. Einaferð sat omma á gáttina inn í stovuna, og Rasmus stóð yvir av henni við køksborðið, tá tekur hann knappliga renningarlop og skal leypa upp um hana, og tú kanst ætla – í hesum lága húsinum – at pannan smekkaði í í erva og hann dettur aftureftir, slær høvdið í gólvið og svímar. Og hann mátti fáa fleiri pentur í pannuna. So óumhugsin kunnu fólk vera alíkavæl, um tey eru klók. Hatta grinu tey ofta at, hóast tað var rættiliga álvarsamt.

 

Kíkar undir iljarnar

Eina aðra ferð hendi tað, at Rasmus ætlaði sær at ganga til Nólsoyar. Hann fær sær kíkar og bindur upp undir iljarnar og stav í hond eisini. Og so fer hann út á sjógv, og sjálvandi so koppar hann og høvdið fer niðureftir, og kíkarnir teir stóðu upp. Ja, hann kundi so ikki koma sær upp aftur upp á nakran máta. Nógv fólk vóru komin at hyggja at hesi løgnu gerð – at skula ganga til Nólsoyar. So tey máttu hjálpa honum uppaftur.

Tey klókastu fólkini kunnu gera tær býttastu gerðir. Tað havi eg altíð hoyrt.

 

Úti í Havn og úti í Tinganesi

Fyrst ið eg kann minnast, so søgdu tey gomlu í Havn ikki úti í Tinganesi. Tey kallaðu tað bara úti í Havn, men tað datt so burtur. Handlarnir vóru har, og vanligt var at siga, at “eg havi keypt hetta úti í Havn.” Har var Apotekið fyrst og fremst; tað var flutt út hagar. Tað hevði annars verið hjá Klett áðrenn. Og so var handilin hjá Skibsted, tað var tann næsti handilin – eg haldi tað var eingin annar har. So kom Sam longri uppi; hann handlaði í Portugálinum.

Men fórt tú í øðrum ørindum út hagar t.d. at stinga fliður ella á seiðaberg, so varð altíð sagt út í Tinganes. Annars so søgdu fólki út í Havn. Tey plagdu at standa á seiðabergi báðumegin við úti á nesinum. Men tey stóðu so nógva aðrastaðni eisini – úti í Álakeri og aðrastaðni.

 

Í Puntanum

Abbi kallaði nakað í Puntanum. Tað er innan fyri Skinnarasker. Tað man hava verið tann lítla víkin har; tey søgdu úti í Puntanum. Tú veitst, at Tinganes hevur verið leyst frá fyrr.

 

Rasmusarbrúgv

Brúgvin úti í Bakka innan fyri Skinnarasker varð kallað Rasmusarbrúgv. Tað var Rasmus Effersøe, ið fór undir at gera brúgv har – eg haldi hann hevur verið í Býráðnum tá – men tað tók sera langa tíð, áðrenn brúgvin varð liðug. Alla tíðina meðan eg var barn, var bara kanturin liðugur; tú kundi ganga eftir kantinum, og so løgdu bátarnir til har, og longri yviri var so dráttur, har lunnar vóru smíðaðir fastir, og so vóru neyst longri inni. Leingi lá grótið bara tveitt har, og sjógvur var innanfyri. Eg veit ikki, hvussu nógv ár tað lá har, men so varð tað stoypt til síðst. Tað varð kallað Rasmusarbrúgv, áðrenn hetta varð gjørt – seinni varð tað aftur bara nevnt úti í Bakka.

 

Lítlibakki

Longri inni var eisini ein lítil brúgv, áðrenn tú komst til Vágsbotnsbrúgv. Tað nevndu vit Lítlabakka; tað var bara ein brúgv, sum var gjørd til eini tvey neyst, sum stóðu har. Brúgvin var mitt ímillum Rasmusarbrúgv og Vágsbotnsbrúgv, men hon var ikki føst í teimum. Tað kallaðu tey Lítlabakka. Tað er bakkin uppvið, sum navnið kemur av.

 

Stoypt við sementi

Niðan fyri tær trappurnar, sum ganga oman við Munkastovuni – tað eru einar breiðar trappur og eitt portur á, inni í víkini – í Puntanum – har er ein brúgv, og tað standa svartir steinar upp úr sementinum. Bette Arge fortaldi fyri mær, at tað er tað fyrsta, sum er stoypt við sementi í Føroyum. Eg haldi, at hon segði, at tað var abbi hennara, sum hevði stoypt hana; tey kallaðu hann Gamlasmið (Niels Andreassen). Helst munnu steinarnir, sum standa upp úr brúnni, vera gjørdir fyri at fólk ikki skulu glíða og detta, tí brimið kemur altíð inn á hana. Hendan brúgvin gongur yvir til trappurnar, tá ið ein sneiðir um pakkhúsið – eg haldi, Sam eigur tað – og so kemur Munkastovan, og har eru eisini trappur upp, inni í garðinum.

 

Varuforsýning o.a.

Amtmand Rytter var ein sera dugnaligur amtmaður. Hann verður altíð lítilsvirdur og lastaður nú, og tað komst av onkrum, ið hevði samband við politikk tá, okkurt millum Føroyar og Danmark. Undir fyrra kríggi fekk amtmand Rytter í lag eina vøruforsýning úti í Tinganesi. Henda vøruforsýning fekk vørur til Føroya, og so fingu keypmenninir vørur gjøgnum hesa forsýning. Pápi kom at arbeiða í vøruforsýningini. Vørurnar komu hagar, og síðani vórðu tær sendar víðari út á bygdirnar. Kontórið var í uttasta húsinum, tí við kvistinum, har sum landsstýrið er nú. Har arbeiddi pápi, og hann varð verandi á kontórinum eisini aftaná, at vøruforsýningin varð vorðin privat. Rytter var ein sera umhugsin maður. Pápi rósti honum altíð sera nógv.

Nú vit eru farin at tosa um Rytter, so kann eg siga eitt sindur meira um hann. Hann fekk eisini í lag, at føðingardagur kongs skuldi haldast. Tá marsjeraði skúlabørnini yvir á Skansan, og so skutu tey nøkur skot við kanónunum fyri kongi, og so var hornmusikkur o.tíl. Tá var realskúlin, har sum gamli bókahandil nú er, og kommunuskúlin var í grótbygninginum. Eg var ikki farin í skúla, fyrstu ferð marsjerað varð. Eg og ein onnur genta stóðu uppi við jarnverkið á Vaglinum, sum var fram við ánni, og so síggja vit, at tey stilla upp uppi í kommunuskúlagarðinum. Vit standa so og bíða eftir, at tey skulu ganga framvið. Tey í realskúlanum stillaðu upp í Avholdsbrekkuni. Nú kemur kommunuskúlin marsjerandi, og kona yvirlæraran var altíð so avbera blíð, og hon sigur við okkum: ”Oys, komið tit og marsjerið við”, so tekur hon í okkum og setur okkum saman at marsjera aftast har. Aftan fyri kommunuskúlan gekk realskúlin, so vit komu at ganga beint framman fyri tær elstu genturnar. Og so hoyra vit, hvat tær siga: Høvdu tær vitað, at kommunuskúlin skuldi ganga fyrst, so høvdu tær ikki farið! Tær vóru so púra samdur. Eg havi so ofta grinið at hesum síðani fyri meg sjálva. Tær hildu tað vera eina sjálvfylgju, at tær skuldu ganga fremst.

Rytter gav eisini premiu til kommunuskúlan; tann besti næmingurin í kommunuskúlanum fekk premiu frá amtmanninum. Hetta fekk hann eisini í lag. Hann var soleiðis, at honum dámdi ikki, at mannamunur varð gjørdur. Hann hugsaði nógv um vanliga fólkið – øll skuldu metast javnt, og eingin skuldi setast til viks.

Nú hoyrir tú bara ringt um Rytter. Tað eru gjørdar fleiri vísur, sum m.a. snúgva seg um hann: ”Ein bøllutur harri á gumpin datt / og kleimdi sín nýstrokna hermans hatt…” – tað var amtmand Rytter (”Sambandsfall”). Og so var tað ein vísa á donskum eisini; har stóð m.a.: ”Og jeg er landets foged / jeg hedder Øst, nej Vest / mit udseende er fjoget / jeg skulle ha’ været præst” (”Nu vil vi præsentere vor kære embedsstand”). Hatta er tað einasta eg minnist. Rytter hevði so blídligt andlit.

 

Doktarahús

Í okkara húsi á Reyni hevur rektarin búð, haldi eg, og seinni vórðu tey doktarahús. Tey nevna tað Skúlareyn. Seinni var kommunu­skúlin har. Eg veit ikki, um latínskúlin ikki eisini hevur verið har. Rektaragøta er beint niðanvið. Hon gongur frá Bryggjubakka og so niðan har, fram við Skansagarði, og so fer hon omanaftur, oman í Gongina. Tað eitur Rektaragøta, tí at rektarin hevur búð har. Og eg haldi, at latínskúlin hevur verið har eisini.

 

Skansagarður

Tað eru tey reyðu húsini, sum lønjavningargrunnurin hevur hildið til í. Upp frá har, ið Sælingahella er, er ein høgur garður og so koma húsini, og tað var har, ið tað var. Fert tú út í Bakka, ber til at hyggja niðan á Skansagarð, við tað hvíta, høga pakkhúsið, ið stendur har. Tað er rættiliga høgt uppá, og so er ein lítil gøta, og so kemur garðurin á Skansagarði, og garðurin rundar eitt sindur. Onkur hevur einaferð skrivað, at tað ber ikki til, at tað skal eita Skansagarður, tí skansin má hava verið hinumegin, men eg haldi, at tað kundi avgjørt verið skansin. Og navnið Skansagarður kemur ikki av ongum.

 

Á Reyni, Skúlareyn

Og so kemur uppi á Reyni. Har niðri varð tað rópt á Skúlare­yni. Eg kundi tonkt mær til, at navnið kom av, at latínskúli hevur verið har. Og rektarahú­sið hevur eisini verið har; eg havi lisið okkurt um, at rektarahúsið hevði okkurt við Mettustovu at gera. Og eg haldi, at latínskúlin hevur verið í sama húsi, og har flutti so kommunuskúlin seinni oman. Tá ið pápi gekk í skúla, gekk hann uppi í Quillingsgarði. Síðan flutti skúlin oman á Reyn – beint við síðuna av hjá okkum, har sum doktarahúsini stóðu, sum nú eru burtur. Summi halda, at hetta er Doktaragrund, men tað er tað ikki; Doktaragrund er uppaftur longri uppi. Nær skúlin flutti oman á Reyn, veit eg ikki nágreiniliga, men eg haldi, at tað hevur verið aftan á, at pápi er farin úr skúlanum; hann varð føddur í 1874.

Vit vóru so nábúgvar við skúlan; hann lá beint við síðuna av hjá okkum. Tann fyrsti lærarin var lærar Lützen; hann var sønderjyde. Tað var hann, sum doyði, tá ið hann helt talu fyri kongi. Tað var tá ið Chr. IX var í Føroyum. Hann var tann fyrsti danski kongurin, sum var her og vitjaði. Tá var tað Kongaminni varð bygt. Eg haldi ein av teimum, sum bygdi tað, var Jákup Andreas Arge, pápi Skilling. Tað er so sera snøgt gjørt; teir eru so hegnigir menn, argjamenninir – tiltiknir grótmenn.

 

Portugálið

Portugálið, har sum Sam handlaði, var fongslið fyrr. Spískasteinur var í kjallaranum. Onkur segði, at hann var til enn; men eg spurdi Hanneba hjá Sam, og hann segði nei – hann var ikki til longur, hann var koyrdur burtur. Hann hevði ikki verið í teirra tíð. Tað æt at sita á Spískasteini; tey vórðu dømd at sita so og so leingi. Jú, hann stóð har úti í Portugálinum; tað upprunaliga navnið var Corps de Garde.

 

Á Kák

Yvir í Kák: Navnið kák hevur nakað við “at kagstryge” at gera. Tað kemur av tí, at tey vórðu revsað har yviri. Gálgin skuldi eisini standa har. Tá ið tú kemur frá Kongabrúnni og fert niðaneftir, so sneiðir tað eitt sindur hendan vegin, og har var eitt lítið hús, í Dali; tað var eitt hús við kvisti á, sum stendur undir hesum berginum, sum gongur fram við koyrivegnum til molan. Og so var eitt svart hús, ið varð rópt á Kák. Hesi húsini eru ikki longur til.

 

Ovara og Niðara Kina, Terkildsgrund

Framman fyri Niðara Kina er eitt opið pláss, og tað verður kallað Terkildsgrund; tað er millum Boyggjastovu og húsini hjá Erling av Kák – húsini hjá Langharald stóðu har frammanundan; tey vóru so vøkur. Og við síðuna av hesum húsunum, yvir móti Vestaruvág, er Ovara Kina.

Tað vóru tvær gamlar, sum dugdu so nógvar søgur. Tá ið eg hevði skarlaksfepur, passaðu tær meg í Sersjantahúsunum. Einaferð fortaldu tær um onkran, sum var óklárur við tey í Kina. So kom ein prestur at vitja tey, og tey høvdu gramt seg so nógv um hesi fólkini, og so sigur ein: “Ja, vi kender dem fra dengang, vi var i Kina.” “Hva’“, sigur prestur púra kløkkur. ”Har De været i Kina.” “Ja, ja, det færøske Kina” svarar hon aftur. Tey dugdu so væl at svara aftur, tey gomlu havnarfólkini.

 

Jødasteinur

Omma plagdi at fortelja frá hesi hending. Eg haldi, hon segði, at hon var o.u. fimtan ára gomul, tá ið tað hendi. Og abbi mín var politistur tá, og hann var við til at rógva eftir jødanum. – Tað komu boð úr Hvannasundi eftir fútanum, tí eitt skip var komið inn. Og politistarnir skuldu so rógva fútan norð. Abbi segði, at tað var einastu ferð, hann róði út, at teir høvdu løddar byrsur við í bátinum. Og so tóku teir jødan við suður; hann hevur átt skipið ella farmin. Hann kom so til Havnar til forhoyr. Skansabrekkan hevur ikki verið komin tá, so teir hava gingið tann vegin (gjøgnum Krókabrekku) yvir á Skansan. Tá hevur óivað bara verið gøta har, og har er so bratt, og hann gleið um henda steinin í Krókabrekkuni og breyt beinið. Tí fekk steinurin navnið Jødasteinur. Jødin førdi krígsamboð til Amerika. Tað fortaldu, at hann varð sendur til Onglands. Hann hevði ein son við, ein stóran smádrong; tað var synd í honum.

Og børnini gingu og runnu aftaná, og tá ið hann so hevði brotið beinið og varð borin á hospitalið, so róptu tey: “Jødin breyt beinið á Jødasteini!” Tey hava tikið tað so lætt.

Jødasteinur stóð mitt í Krókabrekkuni, men so einaferð teir gjørdu vegin í stand og breiðkaðu hann, høvdu teir tikið henda steinin upp og ætlaðu at taka hann burtur, tá kemur til alla lukku Jóannes hjá Gúnnu framvið – hann var longu ein eldri maður tá. So sigur Jóannes við teir, at handa steinin máttu teir ikki taka burtur, tí hatta var Jødasteinur. So settu teir hann úti við í sementinum. Teir, sum breiðkaðu vegin, settu eitt “J” í steinin, so hann skuldi kennast aftur.

Nógv halda, at jødin var ein av monnunum hjá Brillumanninum, men tað passar so ikki, tí abbi var við á hesi ferðini, og hann hevði als ikki verið føddur tá.

(Um Jødastein: sí Dimmalætting nr. 162, 167 og 172, 2005)

 

Pisuvarði

Tey kallaðu nakað uppi á Pisuvarða, men tey siga tað, at upprunaliga navnið er Pissivarði, og seinni hava tey broytt tað til Pisuvarða. Tá ið fólk kom norðanífrá til Havnar, so steðgaði tey har og hampaðu seg, lótu seg úr húðarskónum og pissaðu har við ein stein. Har stóð ein høgur steinur í tí bønum, sum húsini hjá KFUM standa á. Tey kallaðu tann steinin fyri Pissistein, haldi eg, ella Pissivarða. Tað kann gott hava verið sum ein varði, tí tá ið tað vóru stórir steinar á vegnum, so laðaðu teir ofta nakrar steinur upp á, so sluppu teir undan at laða allan varðan. Tað kann hava orsøkin til, at hann varð kallaður varði. Hatta havi eg hoyrt fyri vist, at upprunaliga var navnið Pissisteinur ella Pissivarði, og so broyttu tey tað til Pisuvarða.

Eg minnist velbastaðfólk, tá ið tey komu til Havnar fyrr, so sótu tey altíð við garðin, har ið hagaportrið var, og skiftu. Tey skiftu til leðurskógvar, áðrenn tey fóru inn í býin. Hetta hagaportur var beint heiman fyri Skeivu Træbrúgv. Hetta portur var so risastórt, og so var eitt minni við síðuna av. Tað var á sama hátt á Sanatoriiveg­num. Portrið var beint við smiðjuna, har ið plantasjan endar. Tað stóra portrið var til hestavognar, og tað minna var at ganga ígjøgnum.

 

Úti í Vika

Vit høvdu eitt so vakurt torvhús í Vika, men tað varð tikið burtur, tá ið økið varð lagt inn til traðir. Eitt slíkt hús skuldi verið varðveitt. Tað lá eitt sindur frá Skeivu Træ­brúgv, ikki serliga langt; tú sást frá Skeivu Træbrúgv og har yvir, sum vit gingu oman, og heiðarnar hjá okkum lógu oman móti ánni, og tað kallaðu tey úti í Vika.

 

Við støði í samrøðu gjørdari í 1989

 

Heimildir:

Fornminnissavnið. Søvn Landsins.

Føroyamálsdeildin. Fróðskaparsetur Føroya.

Havnin um 1895. Tórshavnar býráð gav út í 1982.

Listi yvir handlar (Handrit eftir Elisabeth Henriksen) Ogn: Andrias K. Henriksen.

 

Tøkk fær:

Ólavur Øster. Fornminnissavnið. Søvn Landsins.

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður