Borgarstjórin: Vit kundu ikki bíða eftir einum kommunuvali

2016-08-15 13:44 Author image
Dimma

Fyri løtu síðan undirskrivaðu Heðin Mortensen, borgarstjóri vegna Tórshavnar býráð, og Steinálvur Petersen, stjóri í J&K Petersen avtalu fyri 450 milliónur krónur um útbygging av Tórshavnar Havn

- Eg dugi ikki at síggja, hvussu vit kunnu bíða meira.

Soleiðis svaraði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá ið dimma.fo spurdi hann, um ikki ein so stór verkætlan kundi bíða til eftir tað býráðsvalið, sum liggur beint fyri framman, tann 8. november.

- Hetta málið hevur verið 3-4 ár ávegis. Tað hevur verið ígjøgnum allar nevndir, og tað hevur fingið allar góðkenningar. Vit hava tillagað og broytt verkætlanina, so hon samsvarar við tey krøv, sum eru sett. Tað var næstan einmælt samtykt, bara ein var ímóti, og onkur atkvøða var blonk. So eg dugi ikki at síggja, at vit skuldu bíða meira, tí so hevði málið drigið út. Vit hava avbjóðingar, og so nyttar lítið at bíða. Eitt býráð byggir altíð á herðarnar á tí undanfarna. Tað gera vit, og tað ger komandi býráð, svaraði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

Verkætlanin at útbyggja Tórshavnar havn byrjaði í 2013. Í apríl 2015 var byggiskráin samtykt, men í oktober varð samtykt at minka prosjektið. Í desember góðkendi Yvirfriðingarnevndin broyttu verkætlanina, sum nú ikki longur er beint framman fyri Skansan. 30. juni 2016 fekst endaliga loyvið frá Innlendismálaráðnum, 4. august samtykti býráðið at fara í gongd, og í dag var so sáttmálin undirskrivaður við J&K Petersen.

Samlaði kostnaðurin er mettur 465 milliónir krónur. Lántøkan er 250 milliónir krónur.

- Hetta lánið hevur einki við Tórshavnar kommunu at gera sum so. Tað er Tórshavnar Havn, ið hevur eina inntøka á um 6 milliónir krónur um árið, sum tekur sær av at gjalda lánið aftur. Hetta ávirkar sostatt ikki skattaprosentið í Havn, og tað ávirkar heldur ikki aðrar verkætlanir og útbyggingar, sum vit fremja, sigur Heðin Mortensen.

Arbeiðið verður eftir ætlan handað Tórshavnar havn tann 30. november 2019.

Meira langlesnaður