Havnin undir luppin

2016-05-26 06:24 Author image
Dimma

Í kvøld, hóskvøldið 26. mai kl. 20.00, verður øðrvísi kvøldseta á Reinsarínum, har høvuðsstaðarkommunan verður lýst fyrr og nú. Hendan dagin hevur Havnin havt býarstýri í 150 ár.

Á kvøldsetuni verður vístur nýggjur stuttfilmur um menningina hjá fólkaræðinum í býnum. Í fyrstani stýrdu bara menn Havnini, og 90 ár gingu, áðrenn nøkur kvinna slapp framat í býarstýrinum.

Á pallinum verður samrøða við Jens Paula Nolsøe, søgufrøðing, sum saman við Kára Jespersen hevur skrivað Havnar søgu. Samrøðan er um, hvussu Havnin gjørdist miðdepil í Føroyum.

Birita Wardum, býararkitektur, og Mayfinn Norðoy, arkitektur, skifta orð um at varðveita gamalt og skapa nýtt í býnum. Má tað gamla víkja fyri nýggjum, ella skal gamalt varðveitast av romantiskum orsøkum? Tey svara spurningum, eisini um miðbýin.

Hansina Iversen, listakvinna, hevur verið ein túr í gøtunum og tikið myndir. Hon fer aftur við myndunum at hugleiða um, hvat riggar og ikki riggar í býnum, og hvat býurin kundi bjóðað aftrat. Upplestur er eisini á skránni. Kim Hansen við væl uppløgdum orkestri spælir kendar havnarsangir millum innsløgini.

Kvøldsetan er ætlað at vera upplýsandi og hugfarslig. Uni Arge verður orðstýrari. Øll eru vælkomin.

   

   

placeholder

Meira langlesnaður