Havstovan mælir aftur til niðurskurð

2016-06-16 14:26 Author image
Dimma

Á hvørjum ári  kemur Havstovan við einum tilmæli um fiskiskapin eftir upsa, toski og hýsu, í sambandi við at fiskidagatal skal setast eftir summarsteðgin. Og ferð eftir ferð mælir Havstovan til niðurskurð í dagatalinum, meðan vinnan mælir til at halda fast við verandi tal ella at økja um tað.

Soleiðis er aftur í ár.

- Veiðutrýstið á upsastovnin (t.e. tann parturin av stovninum, ið verður veiddur um árið) er í lagi, samstundis sum støddin á upsastovninum er oman fyri minstamarkið. Fyri bólk 2 (ið serliga veiðir upsa) verður tí mælt til at halda fram við sama tillutaða dagatali sum fyri verandi fiskiár,s krivar Havstovan millum annað, tá tað kemur til upsan.

Øðrvísi er við toski og hýsu.

- Fyri bólk 3, 4 og 5, ið serliga veiða tosk og hýsu, verður mælt til ein stóran niðurskurð. Í fyrsta lagi verður mælt til at taka allar óbrúktar dagar fyri Bólk 3, 4 og 5 úr skipanini. Í øðrum lagi verður mælt til at skerja teir brúktu dagarnar við 50 %. Hetta verður gjørt fyri at fáa toska- og hýsustovnin at koma á føtur aftur. So hvørt sum stovnarnir vaksa, kann eitt samsvarandi tal av hesum niðurskurðinum av teimum brúktu døgunum loyvast aftur í skipanina, skrivar Havstovan.

Fyri tosk á Føroyabanka verður framvegis mælt til, at eingin fiskiskapur verður komandi fiskiár.

Lesið tilmælið í fullum líki HER

  

  

placeholder

Meira langlesnaður