Havstovan við í Gransking í Føroyum

Havstovan við í Gransking í Føroyum

2017-11-15 14:51 Author image
Innsent

Granskarar á Havstovuni hava tríggjar framløgur á ráðstevnuni Gransking í Føroyum, sum Fróðskaparfelag Føroya skipar fyri hósdagin 16. november.

Hósdagin 16. november verður ráðstevnan Gransking í Føroyum hildin í Norðurlandahúsinum. Fróðskaparfelag Føroya skipar fyri ráðstevnuni í samstarvi við granskingarstovnar í Føroyum. Høvuðsætlanin við ráðstevnuni er, at føroyskir granskarar fáa høvi at kunna hvønn annan um sína gransking.

Granskarar á Havstovuni halda tríggjar av fyrilestrunum
- Ian Salter greiðir frá verkætlan síni um at nýta ílegur í sjónum til at kanna vistfrøði í føroyskum sjógvi.
- Sólvá Jacobsen tekur samanum gransking á Landgrunninum, síðan Havstovan varð sett á stovn.
- Inga Kristiansen leggur fram um vistfrøði á opnum havi og møgulig sambond millum umhvørvi, reyðæti og norðhavssild.

Ráðstevnan er ætlað granskarum, men eisini lesandi og tey, sum hava áhuga fyri gransking, kunnu luttaka.

 

 

Meira langlesnaður