HDYGD flytir til Havnar

2016-08-30 10:57 Author image
Dimma

- Hetta er ein gamal dreymur, sum er vorðin veruleiki.

Soleiðis sigur Jóhan á Mýrini, stjóri í HDYGD, í tíðindaskrivi í dag.

Hósdagin letur føroyski vindeygaframleiðarin HDYGD framsýningarhøli upp í Havn. Orsøkin er, at tey vilja gera tað lættari hjá havnarfólki at keypa føroyskt.

- Vit vilja gera tað lættari at síggja, uppliva og royna okkara vindeygu, tí tað vísir seg, at enn er tað so at nógv verður selt í Føroyum, sum als ikki egnar seg til okkara veðurlag, sigur stjórin.

HDYGD letur upp sølustað í Brekkutúni í Hoyvík. Tað er í sama bygningi sum Samskip og Safari eru í, og sum Farodane var í fyrr. Hátíðarhald verður frá klokkan 16-18. 

HDYGD hevur alla framleiðsluna í Vágum.

placeholder

Meira langlesnaður