Hugaligt at síggja úrslitini

2017-03-15 17:05 Author image
Sigmund Vang

Fleiri ítróttargreinar fáa nógv størri møguleikar, nú ítróttarhøllin á Hálsi verður útbygd til tvíhøll og enntá bjóðar judo og borðtennis spildurnýggjar umstøður. Her síggja vit enn eitt arbeiðsúrslit hjá undanfarnu býráðssamgongu

Stóra hallarútbyggingin á Hálsi í Havn er nú komin so mikið áleiðis, at høllin er reist og verður innilokað. Ikki sørt, at tankarnir leita aftur til byggingina av høllini 1969, tá vit eisini sóu hesar flottu konstruktiónirnar daga upp ímóti luftini. Nú er tað í útsynningsendanum, at vit síggja víðkaðu høllina taka skap upp á sama máta, og tað er avgjørt ein hugalig sjón.

Í mong ár hevur verið arbeitt miðvíst fyri at geva ítróttinum bestu umstøður, tí vit vita jú øll, at her er talan um íløgur í uppalandi frítíðarvirksemi, sum í síðsta enda fleirfalt kemur samfelagnum aftur til gleði og gagns. Her hava vit sum høvuðsstaðarkommuna gingið undan, og soleiðis eigur tað eisini at vera.


Snøgg tjóðarhøll

Stóra útbyggingin á Hálsi snýr seg um eina tvíhøll, so vit fáa ein hondbóltsvøll í fullari stødd aftrat, og tá stórir dystir skulu spælast í eitt nú hondbólti og flogbólti, verður pláss fyri nógv fleiri áskoðarum aftrat. At pláss verður fyri umleið 1.800 áskoðarum á verandi áskoðaraplássum, umframt at tveir flytiligir pallar til áskoðarar koma aftrat, fer at geva stórum ítróttarhendingum her á landi heilt nýggjar og dagførdar karmar, ið koma at lyfta alt upp á eitt hægri stig.

Tvíhøllin á Hálsi verður nú ein enn meira sjálvsøgd og snøgg tjóðarhøll til finalustevnur, landsdystir og aðrar altjóða dystir hjá innanduraítróttinum, umframt at nýggju hallarumstøðurnar geva pláss fyri eitt nú stórum konsertum við upp til 3.000 áhoyrarum.

Ikki er tað tó bara sjálv høllin, sum vit kenna hana, ið stendur í vøkstri, tí samstundis verða gjørd nýggj høli til judo og borðtennis, ið langt um leingi kunnu gleða seg til heilt aðrar umstøður, enn hesar ítróttargreinar kenna til frammanundan. Tað er so sanniliga eisini at frøast um.


Meira sett í gongd

Samstundis verður tvífimleikahøllin í Skúlanum á Argjahamri umbygd og víðkað til at fevna um eina ítróttarhøll í fullari stødd við áskoðaraplássum. At Argir nú fær sína egnu høll, er tiltrongt, tí serliga vestari partur av kommununi hevur verið eftirbátur í so máta, og tá tað um tvey ár verður farið undir at gera nýggjar ítróttarhøll í Skúlanum á Fløtum, verður talan um stóran bata.

Við øðrum orðum kemur tað veruliga at merkjast, at undanfarna býráðssamgonga setti sær fyri, at størsta takið síðani Hoyvíkshøllina skuldi takast fyri at bøta um umstøðurnar hjá innandura ítróttinum. Ikki minst fær hetta ómetaliga stóran týdning í gerandisdegnum, at hesar umstøður verða rúmsáttari, tí longu frammanundan er tørvurin á fleiri hallartímum ovurstórur.

Vit settu okkum sum mál, at vit vildu taka eitt munagott tak fyri at geva okkara ungdómi og øllum borgarum enn størri møguleikar til at njóta ítrótt í síni breiðastu merking. Tingini blivu sett í gongd, og tí er tað hugaligt at síggja, at hetta arbeiði gongur fram ímóti einum snotiligum úrsliti, vit øll kunnu fegnast um.

  

  

 

placeholder

Meira langlesnaður