Hvørjar reglur galda fyri kommunal grundstykkir?

2017-03-01 16:47 Author image
Sigmund Vang

Undirritaði hevur í dag sett landsstýriskvinnuni í kommunumálum, Sirið Stenberg, fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini um, hvørjar reglur galda, tá kommunur luta út kommunal grundstykki undir kostprís, og hvat landsstýriskvinnan ger fyri at tryggja, at borgarar ikki eru fyri mismuni, tá kommunur luta út grundstykki.

Í seinastuni eru fleiri dømi um kommunur, ið selja grundstykki undir kostprís.

Uttan mun til orsøk, so tykist hendan gongdin hvørki røtt ella serliga heppin. At stykkja út og byggibúgva bindur nógva fíggjarorku hjá kommunum, og verður selt undir kostprís, skattafíggja kommunurnar grundstykkini lutvís. Hetta gevur enn einaferð ríku kommununum kappingarfyrimunir, og teir borgarar, ið eru so hepnir at ogna sær stykkini, fáa eisini fyrimunir fram um aðrar borgarar.

Ein kommunal útstykking kemur altíð bara einum lítlum parti av borgarum til góðar. Verða stykkini seld undir kostprís, so fáa hesir borgarar ein eyka skattafíggjaðan fyrimun fram um aðrar. Hetta er ikki neyturviliga teir borgarar, ið treingja mest, men tey, ið av tilvild standa ovast á einum bíðilista til gundstykki ella akkurát í teirri løtuni eru klár at byggja sær hús.

Í onkrum hendinga føri er rímiligt at selja grundstykki fyri minnni enn kostprís. Men grundstykki og bústaðarmøguleikar annars eru týðandi liður í kappingini millum kommunur um borgarar, og hetta kann tí skjótt fara á glið. Tapararnir eru tá teir kommunalu skattaborgarar, sum, uttan at hava ynskt hetta, fíggja ein part av byggikostnaðinum hjá øðrum við skattapeningi sínum. – Men taparar vera eisini tær kommunur, ið annaðhvørt halda seg neyvt til galdandi reglur, ella eru so hart fyrispentar fíggjarliga, at tær ikki megna at kappast um nýggjar skattaborgarar á hendan hátt.  

  

 

placeholder

Meira langlesnaður