Flogið hægri enn veingirnir bera

2016-05-26 14:29 Author image
Dimma

Enn einaferð hevur Marin Katrina Frýdal tørv á at taka sær sjálvari heiðurin fyri tað, ið onnur í býráðnum hava útint.

Nú er tað brúgvin um Sandá. Hon fegnast um, at tað var hon, ið setti arbeiðið við brúnni í gongd, og at brúgvin nú er liðug.

Eg fegnist eins og hon um, at brúgvin nú er liðug. Men luturin, ið Marin Katrina Frýdal eigur í brúnni, er forsvinnandi lítil, og minnir meira um søguna við Glyvursvegnum, sum Marin Katrina Frýdal hevði ábyrgdina av sum forkvinna í teknisku nevnd, og sum kostaði skattgjaldaranum 30 milliónir meira enn játtað varð upprunaliga. Svarandi til umleið eina hálva brúgv um Sandá.

Tá Marin Katrina Frýdal fór úr bygginevndini fyri brúnna um Sandá, lá brúgvaverkætlanin í andaleypi. Tá mátti býráðið uttan Marin Katrinu Frýdal og restina av Tjóðveldi taka um endan og fáa byggingina aftur á rættkjøl.

Síðani hevur Marin Katrina Frýdal staðið á síðulinjuni uttan ávirkan og uttan ábyrgd – og uttan heiður, tí hon hevur ikki samtykt fíggjarætlanirnar hjá kommununi síðstu árini. Hon hevur satt at siga ikki játtað eina krónu til brúgvabyggingina.

Marin Katrina Frýdal roynir gjarna høgt flog, men veingirnir bera tað ikki, heldur ikki í hesum føri.

placeholder

Meira langlesnaður