Tórsvøllur – ein vinn-vinn íløga

2016-06-22 09:22 Author image
Dimma

Jákup Dam, býráðslimur, finst í skrivi við heitinum “Tórsvøllur – ein luxusíløga” harðliga at býráðssamtyktini um at gera Tórsvøll lidnan.

Honum dámar fyri tað fyrsta ikki, at býráðið samtykkir íløgur yvir ár – tað er annars púra vanligt. At henda íløgan í Tórsvøll leggur ovurtunga fíggjarliga byrðu á komandi býráð er heldur ikki rætt.

Tvørturímóti hevur núsitandi býráð gjørt sær stóran ómak at spjaða íløguna yvir ár soleiðis, at komandi býráð ikki kemur at fáa nakrar trupulleikar av hesum, tá aðrar íløgur skulu raðfestast.

Fyri tað næsta dugir Jákup Dam ikki at síggja, hvat gagn skattaborgarin í Tórshavnar kommunu fær burturúr íløguni. Hann reksar upp eitt hølisyvirlit og ger ta niðurstøðu, at tað er ikki tann vanligi borgarin, ið fær gagn av hesi útbygging.

Nú er tað soleiðis, at til ein altjóða leikvøll skulu ávís høli verða til taks, hetta sambært krøvum frá UEFA. Jákup Dam gloymir tó at greiða frá, at allir áskoðarar á vestursíðuni nú koma undir tak og fáa eins góðar hentleikar sum hinumegin. Hetta er vanligi borgarin – gamaní eisini av bygd ella úr útlandinum, tey skulu vera meira enn hjartaliga vælkomin.

Jákup Dam greiðir heldur ikki frá, at Niðari vøllur, har fjøld av børnum, ungum og vaksnum úr Havn venja og spæla hvønn einasta dag, nú fáa atgongd til hølisheintleikar, sum ongantíð hava verið. Íløgan hevur sostatt beinleiðis gagn fyri borgararnar, og vísir eisini, at Tórsvøllur er ein ágóði fyri allan ítróttadepilin í Gundadali. 

Fyri tað triðja heldur Jákup Dam uppá, at henda íløga í Tórsvøll er óneyðug, tí Tórsvøllur er longu væl útbygdur og kann uttan trupulleikar brúkast í verandi líki. Jú, hann kann væl brúkast til venjingar og ávísar dystir, men Tórsvøllur hevur ikki neyðugu góðkenningarnar til A-landsliðið.

Skulu vit framyvir tryggja okkum at síggja okkara stolta landslið spæla kappingardyst móti øðrum tjóðum í Føroyum, so krevst ein Category 4 góðkenning frá UEFA. Tað hevur verandi leikvøllur ikki. Tá henda útbyggingin er gjørd, tá lýkur Tórsvøllur loksins krøvini sambært Category 4.

Fyri Jákup Dam sum tjóðveldismann mátti hetta verið søtur tónleikur.

Vinn-vinn

Men nei, hann vil ikki verða glaður um hesa íløgu. Ístaðin reksar hann upp, hvussu hesir pengar kundi komið øðrum økjum í kommununi til góðar. Eitt nú nevnir hann eldraøkið, har hann við málandi myndum gevur fatan av undantaksstøðu.

Býráðið hevur annars júst játtað eldraøkinum 22 mió í eykajáttan. Vit vita, at meira skal til fyri at menna tænasturnar, og at tað støðugt verða avbjóðingar á eldraøkinum.

Tað er eisini tí, at vit umframt eykajáttanina hava sett í gongd eitt umfatandi greiningararbeiði soleiðis, at hetta býráðið og tey komandi býráðini kunnu leggja munagóða ætlanir fyri at menna alt eldraøkið, bæði rakstur og íløgur, komandi mongu árini.

Eg skal viðganga, at tað er lætt at seta íløgurnar í Tórsvøll upp ímóti so mongum øðrum, ið skal raðfestast, serliga tá ið man stendur uttanfyri linjurnar uttan ábyrgd.

Men tíbetur, so hevur býráðsmeirilutin víst sínar dygdir og verið serstakliga tilvitaður um skilagóðu raðfestingarnar serliga innan vælferð og trivnað soleiðis, at tað eisini er pláss fyri íløgu sum hesari í Tórsvøll.

Harumframt er samstarvið við Fótbóltssambandið um Tórsvøll ein sólskinssøga, har vit øll eru vinnarar. Fíggjarligi luturin hjá Fótbóltssambandinum er í veruleikanum størri enn tann hjá kommununi, so eisini her fær borgarin í Havn saman við øllum føroyingum ein ítøkiligan ágóða.

Havnin hevur eisini fingið ein graslíkisvøll aftrat til sínar borgarar og ein altjóða leikvøll, ið sømir seg einum høvuðsstaði. Og Fótbóltssambandið fær neyðugu karmarnar til at framtíðartryggja sítt alsamt vaksandi altjóða virksemið í Føroyum.

Og føroyski áskoðarin – eisini Jákup Dam, hóast hesi súru berini – stórtrívist á Tórsvølli.

Hann veit eisini, sum rætt er, at Tórsvøllur er ein vinn-vinn íløga fyri allar partar.

 

placeholder

Meira langlesnaður