Karaktermorð í bestu senditíð  

2016-05-13 11:18 Author image
Dimma

Syrgiligt er at síggja, hvussu lágum støði Kringvarpið virkar á.

Stakar sendingar og tíðindasendingar minna meiri og meiri um litføgur gølubløð, sum vit kenna tey í øðrum londum.

Sakligheit og óheftni eru ikki grundstøði undir tíðindum longur. Mangan er heldur talan um manipulatión við politiskum og/ella persónligum sikti. Har eru persónsálop, útspilling og tað, sum verri er.

Niðurstøður gera tey frammanundan, og dansar tú ikki eftir pípuni hjá ”journalistunum”, so at tú passar inn í veruleikan, sum tey skapa og servera fyri publikum, ja so fært tú av at vita.

Felags heitið fyri slíkt virksemi er ”karaktermorð”, og júst tað bleiv helvtin av Degi & Viku brúkt til í gjár, tá ið mín persónur aftur stóð fyri skotum.

Her er tó einki at koma eftir.

Miðlaskapt ”gøla”

Fyri Kringvarpið hevur tað stóran týdning at mana eina gølu upp úr ongum. Um tað er agurkutíðin, ið ger seg galdandi, vita bert tey sjálvi.

Tey royna at mála myndina av, at Heðin Mortensen ”rýmdi undan ábyrgd”, tí at varatinglimur úr Javnaðarflokkinum røkti mítt mandat, tá ið hjúnabandslógin var til 3. viðgerð í Løgtinginum 29. apríl.

Tann 29. apríl fór eg til Írlands, har ið eg sum borgarstjóri var til eitt mentanartiltak at umboða høvuðsstaðin, har Tórshavnar Kamarkór luttók í stórari altjóða kapping. Umboð fyri Kringvarpið vóru eisini við á ferðini.

”Dokumentatiónin” hjá Kringvarpinum fyri, at Heðin Mortensen ”rýmdi” er, at flogferðaseðilin varð bílagdur dagin fyri flogferðina.

Hesum halda tey upp ímóti, at eg havi sagt, at ferðin var ætlað langt frammanundan.

 

Bíðaði til síðstu løtu

Lat meg endurtaka og undirstrika, at ferðin til Írlands var ætlað langt frammanundan.

Kona mín og eg avtalaðu í góðari tíð at fara hesa ferð, har ið vit eisini fingu høvið at vitja son okkara, sum arbeiðir og býr í Írlandi.

Meðan konan kundi bíleggja sín ferðaseðil longu 15. mars, valdi eg at bíða, tí eg visti ikki hvønn dag, ið eg kundi fara av landinum orsakað av løgtingsarbeiði.

Ætlanin var, at Løgtingið skuldi fara heim flaggdagin, 25. apríl. Men tað vísti seg, at málini komu í drag, og viðgerðirnar blivu drúgvar. Tíðin gekk, og eg bíðaði at kalla til seinastu løtu, áðrenn ferðaseðilin varð bílagdur tann 28. apríl, dagin áðrenn sjálva ferðina. Ferðin var avklárað við løgtingið frammanundan, tann 27. apríl, dagin eftir 2. viðgerð.

Av hesi orsøk hevði eg ikki høvið at vera við til 3. viðgerð av áðurnevnda løgtingsmáli. Varatinglimur Javnaðarfloksins fekk mandatið og atkvøddi júst so, sum eg gjørdi við 2. viðgerð.

Hetta er tað stutta av tí langa.

Hetta er ”gølan” hjá Kringvarpinum.

 

Inhabilur blaðstjóri í studio

Kringvarpið roynir eisini at snara veruleikanum tann vegin, at Heðin Mortensen smýgur sær undan at gera viðmerkingar.

Fakta er, at royndirnar av Kringvarpinum eru so ringar, at eg havi ikki hug at gera bandaðar samrøður við tey. Eg fekk ongantíð tilboð um at luttaka í beinleiðis sending. Í gjár seinnapartin vildu tey hava eina bandaða samrøðu, har eg við stuttum skotbrái og lítlari og ongari fyrireikingartíð skuldi fyrihalda meg til eitt liðugt og kritiskt innslag um mín persón. Hesum vildi eg ikki eftirlíka.

Í staðin fingu tey blaðstjóran á Dimmalætting at stilla upp til eina beinleiðis samrøðu. Hann var óførur at hjálpa Kringvarpinum, og tey, sum kenna forsøguna hjá ávísum persónum í Sambandsflokkinum, vita, hví hann var so ágrýtin og raskur.

 

Nær kemur skil á?

Man trýr tí ikki, men hetta er ”journalistikkurin”, sum almenna Kringvarpið leggur fyri dagin í 2016.

Lat meg at enda gera vart við, at um eg ikki atkvøddi fyri hjúnabandslógini við 2. viðgerð, so høvdu vit hvørki havt nakra lóg ella nakra samgongu í dag.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður