Heiðrun fingið fast starv í symfoniorkestri hjá DR

2016-06-02 10:26 Author image
Dimma

Føroyska Heiðrun Petersen er vald millum 100 aðrar umsøkjarar til at fáa fast starv sum violinistur í DR symfoniorkestrinum.

Tað visti morgunsendingin hjá Kringvarpinum at siga í morgun.

Heiðrun upplýsti fyri Kringvarpinum, at hon eina tíð hevur hevur leikt aðru violin sum avloysari í orkestrinum, men í næstum flytir hon upp at spæla fyrstu violin, og nú verður tað í føstum starvi.

Hetta fegnast hon almikið um. Tað er ein dreymur, sum gongur út, og hetta er eitt starv, sum mong ynskja sær. Konsertir eru fast tvær ferðir um vikuna, nýggir dirigentar koma javnan við nýggjum íblástri, og næsta ár skal symfoniorkestrið á konsertferð til USA, segði Heiðrun Petersen.

Í fyrstu atløgu er talan um eitt ára royndartíð, sum tað altíð er í slíkum størvum.

Royndirnar vóru duldar. Hetta merkir, at dómararnir ikki síggja, hvør spælir. Heiðrun var síðan millum nøkur, ið fóru til eina samrøðu. Og í gjár gjørdist greitt, at Heiðrun var tann, sum var vald út av øðrum 100 áhugaðum.

Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur í Heiðrun í morgun, men á facebook-vanga sínum stórfegnast hon um, at tað eydnaðist at sleppa gjøgnum nálareygað:

- Í gjár var ein av størstu døgunum í mínum lívi. Eg vann royndarspælið í DR symfoniorkestrinum. Eg kann næstan ikki lýsa við orðum, hvussu lukkulig eg eri, skrivar hon á sínum vanga.

Heiðrun Petersen byrjar í starvinum sum fyrsti violinistur í DR symfoniorkestrinum eftir summarfrítíðina. Hon hevur í mong ár verið partur í føroyska symfoniorkestrinum, og hon spælir eisini í bólkinum Nordic String Quartet.

placeholder

Meira langlesnaður