Heilafelagið 20.000 krónur frá Lions

Heilafelagið 20.000 krónur frá Lions

2017-11-22 12:09 Author image
Innsent

Ágóðin frá stórsteypadystunum í hondbólti í ár fer til skeið fyri avvarðandi og fakfólk innan seinheilaskaðaøkið.

Stutt áðrenn hondbóltskappingin fór í gongd, skipaðu Lions Club í Føroyum og Hondbóltssamband Føroya fyri stórsteypadystum hjá bæði kvinnum og monnum fyri bestu liðini frá farna kappingarári.

Hesir dystir vóru í Hoyvíkshøllini fyrst í september. Hjá kvinnunum vann Kyndil 24-22 á Neistanum og hjá monnunum vann H71 32-29 á VÍF.

Umframt, at endamálið við hesum dystum er hondbóltsliga at fáa ein ábending um, hvussu sterk liðini eru undan kappingini, snýr tað seg eisini um at savna saman pengar til eitt vælgerandi endamál, og har er tað, at Lions Club kemur inn í myndina.

Í ár var avgerð tikin um, at tær 20.000 krónurnar, sum stórsteypadystirnir í hondbólti kastaðu av sær, skuldu fara til Heilafelagið, ið fær gagn av teimum til skeiðsvirksemi.

Pengarnir gera tað møguligt hjá Heilafelagnum at skipa fyri einum skeiði fyri avvarðandi og fakfólk innan fyri tað økið, ið snýr seg um seinheilaskadd. Ein kend donsk kvinna, sum arbeiðir innan fyri økið, Grethe Pedersen, kemur til Føroya at hava skeiðið.

placeholder

Meira langlesnaður