Heildarætlan fyri Tórshavnar kommunu

2016-07-21 14:51 Author image
Jákup Højgaard

Tað má gerast ein langtíðarrætlan fyri kommununa í síni heild, sum eisini umfatar fólkið og bygdirnar, soleiðis at møguleiki er at røkka øllum, ið búgva í kommununi. Hetta má gerast soleiðis at øll hava somu rættindi og møguleikar.  Tórshavnar kommuna skal verða ein kommuna har fólk hava ávirkan, verða hoyrd og sum øll kenna tilknýti til. Tað má arbeiðast við, at øll støðast og trívast.

Arbeiði má setast í gongd at endurskoða kommunalar tænastur og skipanir. Nýggjar útrokningar mugu gerast, sum tryggja at brúkarar fáa eina nóg góða tænastu. Vit mugu tryggja starvsfólki góðar og virðiligar arbeiðsumstøður, soleiðis at fólk trívast í sínum starvi og ikki gerast sjúk av at arbeiða, og soleiðis at brúkarir eru í tryggum hondum. Hetta er galdandi fyri normering, løn, arbeiðsumhvørvi, hølisviðurskifti, innihald v.m. Tað má lurtast eftir starvsfólki, ið starvast á økinum og eiga tey at verða hoyrd og tikin við uppá ráð í viðurskiftum, sum tey eru umfataði av. 

Útbúgving, frítíð, mentan og bústaðarmøguleikar, mugu verða við í eini tílíkari ætlan. Soleiðis at øll hava møguleika at útbúgva seg, hava ein tryggan bústað og eina áhugaverda frítíð. Gransking, førleikamenning og menningarbeiði, er við til at tryggja, at alt arbeiði verður gjørt nóg gott. 

Vinnumenning og nýggjar vinnur, kunnu tryggja øllum eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, og gevur kommununi møguleika at standa seg í kappingini við onnur lond. 

Sosialar skipanir, mugu vera einfaldar og hugsa brúkaran í fremstu røð, og fyribyrging má raðfestast. Eftirmeting má gerast, soleiðis at tænastur og skipanir framhaldandi mennast, betrast og svara til tørvin. 

Vit mugu hugsa um okkara eftirkomarar, og varðveita eitt gott umhvørvi og náttúruna í mest møguligan mun, tað má lurtast eftir hvat fólk og felagskapir siga hesum viðvíkjandi. Børnini eru tey sum skulu bera okkara samfelag víðari, tí mugu tey hava góðar umstøður at mennast í, og ein góð mentan leggast sum grundarstøði á stovnum, sum børn eru. 

Vit mugu øll taka felagsábyrgd fyri, at øll hava tað gott. Tí er neyðugt við einum góðum samstarvi ímillum landspolitikkarar, kommunupolitikkarar, land, kommunu, vinnu og áhugafeløg. 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður