Heimsins fyrstu studentar í tilfeingi fáa prógv í Vestmanna

2016-06-21 15:14 Author image
Dimma

- Hon er ein føroysk uppfinning, sum ikki finst aðrastaðni. Tískil er nýggja breytin ein spennandi roynd at skipa eina gymnasiala útbúgving, sum er málrættað til føroyska samfelagið, men sum eisini kann nýtast í altjóða høpi.

Soleiðis sigur Jakup Andreasen, skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum.

Teir 19 næmingarnir, sum nú fáa prógv á Fiskivinnuskúlanum, eru tey fyrstu, sum taka prógv á tilfeingisbreytini. Sostatt skriva tey føroyska skúlasøgu í Vestmanna hósdagin 23. juni kl. 14.

Tilfeingisbreytin varð sett í verk í sambandi við nýggju gymnasialu breytaskipanina í 2013.

- Nýggja tilfeingisbreytin er grundað á tey føroysku náttúruvirðini, sum gevur teimum ungu eina føroyska barlast, áðrenn tey fara at lesa víðari. Vónandi fara fleiri teirra at velja hægri útbúgvingar, sum brúk er fyri í Føroyum, so vit kunnu fáa meira burturúr tí føroyska náttúrutilfeinginum, sigur Jákup Andreasen skúlastjóri.

Á tilfeingisbreytini eru tvær spildurnýggjar lærugreinir. Tann fyrra er tilfeingisfrøði á B-stigi, sum skal geva næmingunum grundleggjandi vitan um tey ymsu sløgini av livandi verum í føroysku náttúruni, og tann samfelagsliga týdningin, tey hava. Næmingarnir skulu eisini duga at meta um, hvussu vit gagnnýta okkara náttúrutilfeingi burðardygt, og hvussu vit bøta um gagnnýtsluna í framtíðini, so vit fáa fleiri nýggj arbeiðspláss í Føroyum.

Hin nýggja lærugreinin er tilfeingi á A-stigi, har næmingarnir hava skrivað tríggjar verkætlanir triðja skúlaárið. Verkætlanir kunnu skrivast innan hesi øki: Náttúrutilfeingi, aling, landbúnað, fiskiskap og veiðu, framleiðslu og náttúrunýtslu.

Royndin at skipa eina gymnasiala breyt eftir føroyskum leisti hevur eydnast væl, og næmingarnir halda seg hava fingið væl burtur úr, sigur Jákup Andreasen, skúlastjóri.

placeholder

Meira langlesnaður