Heini nýggjur býarverkfrøðingur

2017-01-19 15:00 Author image
Sigmund Vang

Heina Eysturoy er settur í starv sum býarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu. Heini er 51 ára gamal og útbúgvin civilverkfrøðingur innan bygging. Hann hevur drúgvar royndir sum leiðari á tekniska økinum.

Tað upplýsir Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi í dag.

Heini var deildarleiðari fyri Infrakervið og Vegaøkið hjá Landsverki í 9 ár. Frammanundan starvaðist hann sum vegaverkfrøðingur.

Hann hevur haft ábyrgd av samferðslukervinum hjá landinum og at byggja og halda landsvegir, at halda samferðsluhavnir og landshavnir, at gera botnkort, sjókort og myndugleikauppgávur í sambandi við kommunalar vitar, eins og at góðkenna ISPS-havnir.

Heini hevur eisini havt ábyrgd av tilbúgving í sambandi við basing av oljudálking á sjónum, at umsita og reka tyrlupallar, kanna og gera ætlanir fyri flogvallaviðurskifti í Føroyum og ymisk onnur tøknilig mál fyri land og kommunur.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður