Hekla er klár at goysa hvørja løtu

2016-06-21 10:40 Author image
Dimma

Hekla goysti umleið tíggjuna hvørt ár frá 1970 til 2000, men seinastu 16 árini hevur hon verið kvirr. Nú er líkt til, at størsta gosfjallið í Íslandi aftur kann fara at gera um seg.

Sambært íslendska jarðfrøðinginum, Páll Einarsson professara, vísa kanningar, at trýstið í Hekla nú er hægri enn tað var, áðrenn tær báðar seinastu ferðirnar, Hekla goysti. Tað skrivar Vísir. Hetta merkir, at Hekla kann fara at goysa, nær tað skal vera, uttan stórvegis ávaring frammanundan.

- Hekla er eitt vandamikið gosfjall. Vit kunnu gerast vitni til eina stóra vanlukku, tá ið næsta útbrotið kemur, um vit ikki eru varin, sigur Páll Einarsson.

Ísland hevur stóra framgongd á ferðafólkaøkinum, og ferðafólk í hópatali eru á Heklu hvønn dag. Harafturat flúgva dagliga eini 20-30 flogfør yvir Heklu full við ferðafólkum.

- Hetta er ein vandamikil tíð, sum vit mugu taka í fullum álvara. Hekla er klár – nær tað skal vera, sigur Páll Einarsson, jarðfrøðiprofessari á Háskóla Íslands.

placeholder

Meira langlesnaður