Fólkaræðið og rættartrygdin sett í vanda

2016-05-31 15:33 Author image
Dimma
  1. Baksýni – málið burturvíst, tí rættarligur áhugið manglar

Undirritaði stevndi Fiskimálaráðnum í august mánaða í fjør at viðurkenna, at grindalógin er ógildug, tí Fiskimálaráðið í samráð við Fútaembætið hevði lagt uppskot fyri Løgtingið, at seta nýggjar reglur í gildi í føroysku grindalógina um virksemi hjá politinum, sum eftir røttum hevur Fólkatingið sum lóggávumyndugleika. Hetta tí, at politiið framvegis er danskt málsøki.

Nýggju reglurnar snúgva seg um víðfevnd inntriv mótvegis persónum og lutum eitt nú møguleikan hjá politinum, at halda aftur persónar fyrisitingarliga – uttan skuldseting og illgruna-grundarlag - í 12 tímar áðrenn afturhildni persónurin hevur møguleikan at royna fyrisitingarliga afturhaldni í rættinum. Talan er um herdar reglur úr politilógini og sokallaða ”lømmelpakken” í Danmark, sum ikki eru settar í gildi í Føroyum.

Mánadagin 2. mai gjørdi Føroya Rættur úrskurð í málinum, at málið skuldi vísast burtur og ikki viðgerast í rættarskipanini. Dómarin tók bara støðu til ”formalitetin” í málinum, um undirritaði hevði rættarligan áhuga í at føra málið. Dómarin tók ikki støðu til ”materiuna” (innihaldið) í málinum – tað vil siga mítt uppáhald um, at grindalógin er ógildug, tí Løgtingið sambært heimastýrislógini, yvirtøkulógini og stýrisskipanarlógini bert hevur lóggávumyndugleika í yvirtiknum málum. Politiið er felagsmál og tí er tað Fólkatingið, sum hevur lóggávumyndugleika viðvíkjandi politinum.

Føroya Rættur grundgav burturvísingina av málinum við í fyrsta lagi, at ein serlig nevnd við umboðum fyri føroyskar og danskar myndugleikar umframt trimum hægstarættardómarum, skipað sambært heimastýrislógini § 6, stk. 2, skal taka støðu til ivamál viðvíkjandi hvør í hevur lóggávuheimildina ávíkavist føroyskir ella danskir myndugleikar. Henda nevnd er ongantíð brúkt. Í øðrum lagi grundgav rætturin burturvísingina við, at undirritaði ikki hevði rættarligan áhuga í málinum – hvørki á einum ítøkiligum- ella á einum almennum grundarlagi.

  1. Fólkaræðið og rættartrygdin í Føroyum í vanda

Dómurin um burturvísing máar støði undan fólkaræðinum í Føroyum. Hetta tí at tað nú er ógreitt, hvør er rætti lóggávumyndugleiki í ávíkavist yvirtiknum málum og felagsmálum. Sambært Føroya Rætti, so kunnu danskir- og føroyskir myndugleikar nú avtala seg fram til lóggávumyndugleikan – antin Fólkatingið ella Løgtingið – alt eftir fatanini hjá útinnandi valdinum og uttan at borgarin kann gera nakað við tað.

Burturvísingin og grundgevingarnar hjá Føroya Rætti í hesum málið hava við sær, at rættartrygdin hjá borgarum í Føroyum og teimum útlendingum, sum vitja Føroyar, er ikki serliga góð. Hetta tí, at myndugleikar hjá donsku stjórnini – Fútaembætið – og myndugleikar hjá landsstýrinum – Fiskimálaráðið – kunnu avtala sínámillum, at gera herdar reglur í føroyskari lóggávu um viðurskifti hjá politinum, har Fólkatingið er rættur lóggávumyndugleiki, og tá talan er um reglur, sum eru á markinum til grundlógartryggjaðu frælsis- og mannarættindini.

Verður hetta rættarstøðan í Føroyum, sum Føroya Rættur staðfesti í dóminum 2. mai, so vil eg meta, at rættartrygdin hjá borgarum og fólkaræðið í Føroyum er álvarsliga í vanda. Hetta tí, at so kann útinnandi valdið í Danmark og í Føroyum – undir veingjabreiði heimastýrislógarinnar - avtala hvat sum helst viðvíkjandi herdari lóggávu mótvegis borgarum í Føroyum, sum sami borgari er avskorin frá at royna í rættinum, hóast §§ 3 og 63 í grundlógini tryggja øllum borgarum – eisini føroyingum - møguleikan, at royna mál av prinsipiellum- og serligum slag í rættinum mótvegis lóggevandi- og útinnandi valdinum.

Ein tílík rættarstøða, sum Føroya Rættur leggur fyri dagin í sambandi við burturvísing av grindalógini, har borgarin í Føroyum ikki kann royna prinsipiell og herd viðurskifti í einari lóg, sum er avtala millum danskar og føroyskar myndugleikar, kann gerðast dómsfordømi innan onnur málsøki eitt nú heilsu-, sosial- og almannamál, sum eru stór málsøkir við nógvum rættartrygdarligum atlitum mótvegis borgarum.

  1. Grindalógin er eitt trygdarpolitiskt mál, men verður ikki viðgjørt sum eitt tílíkt mál

Grindalógin er samtíðis eitt trygdar- verjupolitiskt mál, tí lógin er gjørd við tí endamáli, at fyribyrgja, at útlendskur djóraverndarfelagsskapur hevur møguleika til, at skapa ótryggleika og hótta samleika og mentan í Føroyum við at mótmæla grindaveiðu. Myndugleikarnir hava tí handfarið málið í totalverjuhøpi, sum er samstarvi millum hernaðarvaldið, sivilar landsmyndugleikar og politiið.

Á lóggávuøkinum hava myndugleikarnir latið gjørt grindalógina og nú eisini eina herda kunngerð sambært lóg um trygd á sjónum. Hetta eru alt tiltøk, sum hoyra til ein nútímans trygdarpolitikk. Avbjóðingin – ella kanska trupulleikin - er bara tann, at útinnanin av trygdarpolitikkinum er danskt málsøki, atknýtt beinleiðis til yvirvaldi hjá statinum Danmark mótvegis fólkasamfelagnum Føroyar.

Verjan av sínum yvirvaldi og rættinum til trygdarpolitikkin forðar fyri, at danski staturin setir í talu, at føroysk samfelagsvirðir, mentan og umdømi eru hótt, tí tað vil viðføra, at Føroyar sum land má hava ein meira virknan og sjálvstøðugan trygdarpolitikk. Líkasum ein statur hevur fokus á at verja sítt yvirvald (suverenitet), so hevur eitt fólkasamfelag fokus á at verja sín samleika og sína mentan.

Í sambandi við ger av grindalógini merkir tað, at ístaðin fyri at Fólkatingið gjørdi broytingar um herdar inntrivsheimildir hjá politinum í donsku rættargangslógini, sum skipar viðurskiftini hjá politinum, so velur Fútaembætið í samstarvi við Fiskimálaráðið, at seta herdu inntrivsheimildarnar beinleiðis í grindalógina. Á henda hátt verða ásetingar úr danskari lóggávu, sum hoyra til ein nútímans trygdarpolitikk, og sum eru á markinum til grundlógartryggjaða persónliga frælsi, sett inn í føroyska lóggávu ígjøgnum bakdyrnar, og uttan at grindalógin verður viðgjørd í einum trygdarpolitiskum samanhangi og av røttum lóggávumyndugleika.

  1. Umboð fyri vøldini standa saman um at burturvísa málið

Víðfevndu inntrivsheimildirnar hjá politinum í grindalógini verða í hoyringssvarið til Fiskimálaráðið góðkendar og blástemplaðar av advokati, sum av Føroya Rætti er settur til at verja nøkur av útlendsku djóraverndarfólkunum, sum eru skuldsett og dømd sambært somu inntrivsheimildum í grindalógini. Hetta er at blanda saman viðurskiftini hjá útinnandi og dømandi valdinum til bága fyri rættartrygdina hjá borgarum, tí greiður skilnaður millum tey trý vøldini – lóggávu-, útinnandi- og dømandi valdið – er ein grundleggjandi fortreyt í einum samfelag – eisini tí føroyska - sum byggir á fólkaræði og rættartrygd.   

Dómurin tann 2. mai um burturvísing av málinum við uppáhaldinum um, at grindalógin er ógildug, skal tí eftir mínum tykki síggjast í ljósinum av einum trygdar- og valdspolitiskum samanhangi í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar, sum grindalógin er blivin ein partur av og har útinnandi- og dømandi valdið – við lóggávuvaldinum sum áskoðara - standa saman um ikki at viðgera innihaldið í málinum.

 

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður