Løgmaður til Hetlands

2017-01-28 09:49 Author image
Sigmund Vang

Løgmaður fer fyrst í komandi viku til Hetlands. Malcolm Bell, hetlendski stjórnarleiðarin, er vertur fyri vitjanini.

Umframt ein fund við hetlendska stjórnarleiðaran, skal løgmaður hitta fleiri hetlendskar politikarar, umboð fyri hetlendsku fiskivinnuna og aðrar áhugabólkar.

Vitjanin í Hetlandi endar mikudagin.

Kelda

  

 

placeholder

Meira langlesnaður