Hevði IS flagg á kamarinum

2016-07-19 09:41 Author image
Jákup Højgaard

Drongurin, sum leyp á ferðafólkini í einum toki í Týsklandi í gjákvøldið við øks og knívi, hevði eitt handteknað IS-flagg á kamarinum. Tað skrivar DR á heimasíðu síni. 

Fýra fólk vórðu álvarsliga løstaði í gjár, tá ein 17 ára gamal drongur leyp á fleiri ferðafólk við øks og knívi, í einum toki millum Treuchtlingen og Würzburg í suður Týsklandi. Støðan er enn hættislig hjá tveimum av teimum. 

Afganski drongurin var sjálvur komin til Týsklands sum flóttafólk, og búði hjá eini forsturfamilju í Ochsenfurt í suður Týsklandi. Sambært einum vitni á tokinum, rópti hann “Allahu akbar” (Guð er størstur), og út frá hesum vilja týsku myndugleikanir ikki útloka, at 17 ára gamli drongurin hevði eina islamistiska orsøk til álopið. Út frá kanningunum verður mett, at drongurin var einsamallur. 

Drongurin varð skotin av løgreglufólki, ið kom á staðið, og doyði.

  

placeholder

Meira langlesnaður