HighasaKite og Boyzlife vóru vell

2016-08-06 10:23 Author image
Sigmund Vang

Tað var ikki sørt, at fólk vóru spent upp á at hoyra, um nú norski bólkurin HighasaKite veruliga var so góður, sum boðað var frá frammanundan. Fyrireikararnir av Summarfestivalinum hava ikki spart upp á jaligu orðini, og tó at fáir føroyingar fyri tveimum mánaðum síðani vistu hvør HighasaKite er, so hevði væl skipaða lobbyarbeiðið havt við sær, at fólk vóru fyrireikað og spent. Og tað helt. HighasaKite høvdu eina megnar konsert á Vágsbøi, og tað vóru ikki bara tey bæði kendastu løgini, sum bergtóku. Øll framførslan var væl sett saman, og tað sást og hoyrdist, at talan er um ein bólk, sum kann vera við heilt frammi á altjóða pallinum, so sum vit hava fingið at vitað. Ljóðið var gott og ljósið á pallinum serstakt.

Um fólk ikki dugdu so væl at syngja við, tá HighasaKite framførdi, men bara lýddu á og nýttu løtuna, so var vent í holuni, tá Boyzlife nakrar tímar seinni hertók bøin. Slagorðið hjá Summarfestivalinum ”…har hittini hittast” kom veruliga til sín rætt, tá Brian McFadden og Keith Duffy við sínum nýggja samansetta bólki Boyzlife buldraðu út í náttina. Øll tey kendu løgini hjá Westlife og Boyzone fyltu Klaksvíkina, og stóð tú heilt har frammi, hevði tú enntá møguleika fyri at fáa sangararnar í høvdið. Eingin fingur at seta á framførslurnar hjá teimum báðum útlendsku bólkunum fríggjakvøldið. Tummil upp.

  

placeholder

Meira langlesnaður