Hillary skrivar søgu

2016-07-27 10:39 Author image
Jákup Højgaard

Hillary Clinton bleiv týskvøldið á flokksfundi hjá demokratunum formliga tilnevnd sum forsetavalevni hjá flokkinum. 

Við hesum skrivar Hillary Clinton søgu við at verða fyrsta kvinna nakrantíð tilnevnd sum forsetavalevni í USA. 

Áðrenn tilnevningina var greitt, at Hillary Clinton fór at verða vald, eftir eitt langt stríð við hitt demokratiska valevnið Bernie Sanders, tá hon fekk meirilutan, sum krevst fyri at vinna undanvalið. 

Mótstøða hennara til forsetavalið, Donald Trump, verður helst sterkari enn væntað. Seinasta veljarakanning vísir, at Donald Trump hevði vunnið, um val var í dag. 

Í vikuni lat Wikileaks skjøl út, sum vísa, at demokratiski flokkurin hevur verið óheiðurligur í undanvalinum, við at arbeiða aktivt fyri, at Hillary Clinton skuldi vinna á Bernie Sanders. Ónøgdin er stór ímillum tey, ið stuðlaðu Bernie Sanders, og tí verður ein av stóru avbjóðingunum at vinna stuðlanir hjá Bernie Sanders, sum er nakað meira vinstravendur enn Hillary Clinton.

placeholder

Meira langlesnaður