‘Hillbilly’ rokk á G!

2016-07-07 15:55 Author image
Jákup Højgaard

Í besta ‘hillbilly’-stíli kemur finski bólkurin Steve ’n’ Seagulls at spæla nøkur av heimsins kendastu rokk og tungmálms løgum við teirra heilt serliga dámi.

Við grassláimaskinum, skeiðum, banjo og ørðum ljóðføri runga kendu rokk og tungmálmsklassikkarnir heldur øðrvísi, stuttligt og yvirraskandi væl.

Steve ’n’ Seagulls eru best kendir á YouTube við teirra útgávu av kenda AC/DC sanginum Thunderstruck. Teirra fjallakontry útgáva av kenda lagnum er víst fleiri enn 25 miliónir ferðir.

Fleiri løg sum Run to the Hills, Seek and Destroy og Holy Diver verða eisini at hoyra frá Steve ’n’ Seagulls

Lurta eftir fjallakontry útgávuni av Thunderstruck her

  

  

placeholder

Meira langlesnaður