Internetið finnur tínar burturmistu lutir

2017-03-26 17:16 Author image
Dimma

Tað var eina ferð, at tað var púra natúrligt, tá ið man fann burturmistar lutir – um man ikki stakk teir í egnan lumma – var at lata teir inn til løgregluna. Nógv og fjølbroytt mugu tingini vera, ið gjøgnum árini eru latin inn á politistøðirnar kring landið.

Men í dag er talið av lutum, ið løgreglan tekur ímóti, bara ein tíggjundapartur av tí, ið tað var. Har føroyingar so seint sum í 2010 lótu inn 856 lutir, lótu vit bara inn 54 í fjør. Her, sum á so nógvum øðrum økjum, hava sosialu miðlarnir broytt leikreglurnar. Søgan um ein lítlan geyma, í stóra samanhanginum kanska so týdningarleys, men fyri eigaran so týdningarmikil, sigur okkum nakað um, hvussu nógv er broytt.

Tað var í februar mánaði, at Gunnleyg Durhuus misti geyman burtur. Á geymanum var ein rúgva av myndum av dóttrini, av ommusoninum, og eitt myndaalbum, ið Gunnleyg hevði arbeitt við.

- Eg hevði verið hjá pápa dóttir míni eftir nøkrum myndum. Geymin lá í taskuni hjá mær, greiðir Gunnleyg frá.

Tá hon kom til hús, var geymin ikki til at finna. Men onkustaðni vóru brúkarar á Facebook longu í ferð við at finna eigaran av geymanum. Ein maður hevði funnið geyman og hugt skjótt gjøgnum nakað av innihaldinum. Har hevði hann so sæð navnið hjá dóttur Gunnleyg, og maðurin spurdi eftir henni í bólkinum ”Mist og funnið” á Facebook.

Gjøgnum dóttrina kom so geymin skjótt aftur á rætta stað.

Lesið meira í blaðnum hetta vikuskiftið

  

  

placeholder

Meira langlesnaður